Lýsing
Er tú okkara nýggi starvsfelagi til nýggja stórkøkin á Vesturstovu í Fuglafirði?
Nánd søkir eftir starvsfólki, í miðal 29 tímar um vikuna, har arbeitt verður mánadag til fríggjadag og triðja hvørt vikuskifti.
Nánd hevur fingið nýggjan stórkøk og køksvirksemið á teimum trimum sambýlunum er lagt saman í nýggja køkinum á Vesturstovu í Fuglafirði. Køkurin framleiðir flestu máltíðir til øll trý eldrasambýlini í økinum umframt til dagtilhaldið í Doktarahúsinum og heimabúgvandi borgarar. Køkurin hevur góðkenning sum lærupláss.
Arbeiðið fevnir um at keypa inn, gera matskrá, tilevna máltíðir til búfólk og heimabúgvandi borgarar, umframt at halda køkin. Mánadag til fríggjadag eru trý - fýra starvsfólk og í vikuskiftinum eru tvey starvsfólk í køkinum.
Vit vænta, at tú
- sært týdningin av at gera heilsugóðan, leskiligan og fjøltáttaðan mat til eldri fólk
- hevur hegni til at kveikja undir hugnaliga samveru og sært týdningin av hesum
- hevur førleika at fáa til vega góðar rávørur
- hevur ans fyri at fáa sum mest burturúr tilfeinginum
Umsøkjari við køksfakligari útbúgving so sum føðsluatstøðari, føðsluhjálpari, kokkur og/ella umsøkjari við royndum við stórmatgerð kann hava fyrimun.
Persónligir eginleikar
- Álítandi og ábyrgdarfull/ur
- Samstarvssinnað/ur og jalig/ur
- Røkin og arbeiðssom/samur
- Tolir broytingar og til tíðir stórt arbeiðstrýst
Vit kunnu bjóða
- Eitt sjálvstøðugt starv
- Góða innleiðslu
- Møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík
Starvssetan og løn
Tann, sum sett/ur verður, hevur tilvísing til køksleiðaran og tekur við starvinum tann 1. oktober 2025 ella eftir avtalu. Starvið verður sett sambært sáttmála við Kost- og føðslufelagið ella avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristinu í Króki Eliasen, køksleiðara á tlf. 730236 ella á t-post kristinak@eystur.fo
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. sept. 2025 kl. 12 Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta ella á teldupost: nand@eystur.fo
Um Nánd
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt, endurmenning og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á Nánd