Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
13. juni 2025
Útgongur
3. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Brennir tú fyri demensøkinum? So er møguleikin her!

Vit sóknast eftir
Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, vil menna demenstænastuna til heimabúgvandi borgarar í Norðoyggjum. Sum liður í hesi tilgongd sóknast vit eftir einum kommunalum demenssamkipara á starvsbroti 0,8 frá 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu.

Tú fert í høvuðsheitum at hava ábyrgd av at seta tænastur í verk, við tí fyri eyga at fremja heilsu, stuðla undir virkni og fyribyrgja sosiala avbyrging, soleiðis at borgari við demenssjúku kann búgva heima sum longst. Eisini verður tín ábyrgd at meta um, samskipa og menna tænasturnar. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við borgaran, avvarðandi, eins og í tvørfakligum og tvørgeiraligum samstarvi. Arbeiðshátturin er persónmiðsavnandi við atliti at ynskjum og tørvum hjá tí einstaka.

  • Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað umAt uppbyggja eina nýggja tænastu
  • At tryggja samanhangandi borgaragongdir tvørtur um fak og geirar
  • At arbeiða relatiónsskapandi og vegleiða og undirvísa borgarum og avvarðandi
  • At stuðla, vegleiða og undirvísa starvsfólkum í NBH í mun til ítøkiligar støður
  • At kunna teg um nýggjastu vitan, háttaløg og gransking á demensøkinum

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari. Demenssamskiparaútbúgving og royndir innan demensøkið kunnu vera fyrimunir.

Vit vænta, at tú leggur orku í at tryggja eitt gott samskifti við borgarar, avvarðandi og starvsfelagar, eins og í samstarvið við starvsfólk tvørtur um fak og eindir. Somuleiðis at tú ert fyrikomandi og ábyrgdarfull/-ur.

Talan er um nýtt starv, og vit vænta tí, at tú ert fleksibul, megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við viðkomandi aktørar, bæði í NBH og uttanhýsis, so sum Demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum.

Starvið er staðsett á Búðatrøð, sum er dagtilhald fyri fólk við demenssjúkum.

Kjarnuvirðini í NBH eru nærvera, fleksibilitetur og høgt fakligt støði. Hesi síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum sæst her https://nbh.fo/nbh/.

Starvsfólk hava kunnu venja ókeypis í venjingarhølunum ’Ven og Virka’ eftir ávísari skipan

Lønar- og setanartreytir
Lønar og setanartreytirnar eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Gunnvá Müller, deildarleiðara í Búðatrøð á tel. 793450 ella við tpost til gunnvam@nbh.fo.

Umsókn við avritum av prógvum, góðkenning v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 3. juli 2025.

 

Líknandi størv

18. juni 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið