Lýsing
Hevur tú hug at virka fyri betri og størri norðurlendskum samstarvi? Norrøna Felagið sóknast eftir skrivari við sera góð samskiftisevnir og sum dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
Um teg
Vit vænta, at tú hevur gott innlit í samfelagsviðurskifti, hevur góð samstarvsevnir, ert ágrýtin og fleksibul. Týdningarmikið er, at tú dugir væl at orða teg bæði skrivliga og munnliga á føroyskum, norðurlendskum og enskum, og at framleiða skrivligt tilfar, m.a. tíðindaskriv og greinar til heimasíðan.
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving og arbeiðsroyndir, og góðan kunnleika til norðurlendskt samstarv.
Um starvið
Talan er um halvtíðarstarv við starvsstaði í Tórshavn. Arbeiðsuppgávurnar eru sera fjølbroyttar og fevna m.a. um samskipan av gerandisarbeiðnum hjá felagnum, at hjálpa til við at skipa fyri tiltøkum og at kunna um norðurlendska samstarvið á ymsan hátt. Eisini skalt tú skriva fundarfrásagnir og verða nevndini til hjálpar. Roknast skal við nakað av ferðing í sambandi við samstarvsfundir og tiltøk í øðrum londum.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært avtalu. Roknast kann við, at arbeiðstíðin til tíðir kann fella uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Meira at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Torbjörn á telefon 56 14 01
Umsókn saman við lívsrensli, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast á norden@norden.fo skjótast gjørligt.
Norrøna Felagið í Føroyum
Lützenstrøð 4
100 Tórshavn
- - -
+298 217999
norden@norden.fo