P/F ArtiCon
Útgivið
3. september 2024
Útgongur
16. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit hava tørv á einum stálsmiði til verkstað okkara á Hjalla. Tú verður partur av okkara stáldeild, sum arbeiðir við bilum, stórbilum, entreprenørmaskinum, stáli og tekniskum skipanum.

Stáldeildin framleiðir og setur upp stál konstruktiónir til byggivinnuna, umvælir skuffur og konstruktiónir. Deildin er eisini við at byggja havnir og annars eru ymiskar aðrar fjølbroyttar uppgávur.

Tú fært stóra ávirkan á arbeiðsdagin hjá tær. Vanlig arbeiðstíð er mánadag til fríggjadag frá 8:00 til 16:10, men vit hava ofta nógvar uppgávur, so tann dugnaligi og ágrýtni stálsmiðurin kann fáa nógva yvirtíð, um tað er eitt ynski.

Vit bjóða

  • nútímans útgerð,
  • skipað arbeiðsviðurskifti,
  • persónliga og fakliga førleikamenning,
  • eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað,
  • ein felagsskap í einum vælvirkandi toymi, har gerandisdagurin gevur meining og menning, bæði persónliga, sosialt og fakliga.

Vit vænta, at tú

  • ert íðin,
  • ert røkin og álítandi,
  • tímir at læra frá tær,
  • kanst taka egnar avgerðir,
  • hevur eitt ljóst og smittandi lyndi,
  • brennir fyri omanfyrinevndu uppgávum​.

Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir frá líknandi arbeiði. Tað er ynskiligt at tú hevur útbúgving innan økið, men tó ikki eitt krav. Hinvegin vænta vit at tú brennir fyri uppgávunum. Arbeiðsleiðarin á deildini hevur tørv á eini høgru hond og tí kann hetta eisini verða ein partur av uppgávuni.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum.

Verkstaðið hjá Articon heldur til á Hjalla
Í verkstaðstoyminum eru um 30 fólk. Vit arbeiða m.a. við klárgerð, service, feilfinning og umvæling av bilum, stórbilum og entreprenørmaskinum. Vit hava eina stáldeild, ið framleiðir og uppsetir stálkonstruktiónir og ger umvælingar – alt frá smáuppgávum til størri kai-anlegg. Vit taka okkum eisini av at gera og umvæla ymsar tekniskar skipanir. Vit leggja stóran dent á góðan trivnað. Sí meira á fylgjandi leinkju https://www.articon.fo/fo/vit-bjoda/verkstadid

Verkstaðið er eitt góðkent Volvo verkstað.​

Søk starvið her.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið