Útgivið
8. april 2022
Útgongur
24. april 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Starv á Glasi: KT-leiðari

HEVUR TÚ HUG AT ROYNA TEG SUM KT-LEIÐARI Á FØROYA STØRSTA LÆRUSTOVNI, SO ER MØGULEIKIN HER. VIT LEITA EFTIR EINUM DUGNALIGUM KT-FÓLKIÐ AT RØKJA KT-LEIÐARASTARVIÐ Á GLASI Í FARLOYVISTÍÐARSKEIÐI, SUM ER EITT ÁR.

Vit bjóða tær fjølbroyttar uppgávur, eitt spennandi útbúgvingarumhvørvi og eitt arbeiðslív, har rúm er fyri øðrum og meira enn bara arbeiði. Kunningartøkni er ein týðandi partur av gerandisdegnum á Glasi. Fremsta uppgávan hjá KT-deildini er at gera kunningartøknina so nýtiliga sum yvirhøvur gjørligt fyri okkara umleið 1.700 lesandi og 250 starvsfólk.

Á Glasi er ein ørgrynna av ymiskum fak- og starvsøkjum. Hetta ger arbeiðsplássið fjølbroytt og spennandi. Sum KT-leiðari fært tú høvi at royna teg við nógvum skiftandi og spennandi uppgávum. Millum hesar eru:

  • at leiða KT-deildina, sum telur trý starvsfólk – ein KT-hjálpara og tveir KT-umsitarar
  • saman við Námsfrøðiligum KT á Glasi at tryggja eitt fakligt KT-læringsumhvørvi fyri starvsfólk og lesandi á skúlanum
  • at arbeiða við KT-trygd, -politikkum og -mannagongdum
  • at tryggja, at KT-skipanir skúlans rigga og vera røktar. Hetta umfatar uppsetan, skjalfesting, yvirvaking, dagføring og mannagongdir fyri trygdaravritan og endurstovnan (back up og restore)
  • at hava fíggjarliga ábyrgd av KT-økinum
  • at tryggja, at ognarskrá verður hildin og dagførd av allari KT-útgerð
  • at gera útbjóðingartilfar í sambandi við keyp av KT-útgerð og at røkja samstarv við uttanhýsis veitarar
  • í tøttum samstarvi við Námsfrøðiligt KT at tryggja, at starvsfólk og næmingar á skúlanum fáa hjálp við teimum skipanum, ið skúlin veitir
  • at fylgja við í broytingum á KT-økinum og í tøttum samstarvi við Námsfrøðiligt KT at koma við tilmælum, sum kunnu betra um KT-nýtsluna á skúlanum

Tú verður eisini partur av stóru heildarætlanini fyri KT-umsiting í undirvísingarverkinum, sum Undirvísingarstýrið hevur sett sjøtul á.

TÚ OG FØRLEIKAR TÍNIR
Tú hevur viðkomandi KT-útbúgving á bachelor- ella masterstigi, dygga vitan um netverk, virtualisering, backup, AD, Office 365 og Azure, viðkomandi starvsroyndir og dugir at skapa trivnað á deildini. Tú gongur á odda, ert forvitin á KT-øinum og dugir at knýta hetta at virkseminum á skúlanum. Tú dugir væl at samskifta skrivliga og munnliga.

Fakliga dugir tú at seta orð á teknisk hugtøk, so onnur starvsfólk skilja teg. Tú vísir ábyrgd, ert fyrikomandi, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur áræði at læra og seta teg inn í nýggja tøkni og nýggjar avbjóðingar. Tú samstarvar væl við onnur og trívist í einum skiftandi arbeiðsumhvørvi við ymiskum uppgávum.

UM STARVIÐ
Talan er um farloyvisstarv í eitt ár frá 1. juni 2022 ella sambært avtalu. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Tilvísingin er til Janus Iseldt, fíggjar- og umsitingarstjóra, ið tú kann fáa nærri kunning frá á telefon 210330, ella við at senda teldupost til jai@glasir.fo.

UMSÓKN
Umsókn til starvið skal, saman við CV, prógvum og møguligum viðmælum, sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi sunnudagin 24. apríl 2022, kl. 23:00.

Líknandi størv

12. februar 2026
12. februar 2026
  Faroe Islands nýtt
12. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið