Valdemar Lützen Byggibúð
Útgivið
4. juni 2025
Útgongur
9. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Valdemar Lützen Byggibúð søkir starvsfólk til handilin á Skálatrøð í Havn  handilin er byggibúð við fjølbroyttum úrvali og serligum denti á el-amboð, lás og besløg.

Vit leggja dent á trivna hjá starvsfólkum og at kundin fær eina góða uppliving.

Um okkum / starvið
Vit bjóða eitt spennandi arbeiðspláss við góðum starvsfelagum,  hjálpa tær at mennast og læra um alt innan byggibúð. Í gerandisdegnum kemur  inn á øll økir í handilinum og kemur at samskifta dagliga við bæði privatar og vinnukundar.

Talan er um tímalønt starv 40 tímar um vikuna, umframt 2. hvønn leygardag við avspáking.

Um teg / førleikar
Vit leita eftir einum starvsfelaga sum hevur ein jaligan hugburð og dámar at samskifta við fólk. Týdningarmestu eginleikar eru, at  er røkin og skipað/ur, og er fús/ur at læra um nýggj ting.

Kjarnin í starvinum er søla við tænastu og kundarøkt sum fremsta mál.

Fyrimunur er, um  hevur royndir og útbúgving innan handil, men er hettar ikki eitt krav. Koyrikort er eisini fyrimunur.

Setanartreytir eru sambært sáttmálanum hjá Samverk.

Freistin at søkja er 09. juli.

Umsóknir við CV og viðmælum skulu sendast til vlb@vlb.fo.

Nærri kunning um starvið og handilin kann fáast við at ringja til: Jón McGavin, handilsleiðara, á tel. 231016.

Líknandi størv

1. juli 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið