Lýsing
Einstaklingafyriskipanin hoyrir til eindina Likamligt Brek í Trivnaðardepilinum í Almannaverkinum og varðar av fólki, sum hava likamssjúku, seinheilaskaða ella demens.
Um starvið
Eitt starv 20 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður skiftandi vaktir allar dagar í vikuni.
Arbeiðsuppgávur
Arbeitt verður í eini einstaklingafyriskipan í Tórshavn, har uppgávan er at vera stuðul hjá borgara við likamssjúku. Uppgávan er at geva borgaranum eitt gott og innihaldsríkt lív umframt at veita persónliga røkt, at matgera og gera vanligar húsarhaldsuppgávur. Saman við borgaranum kemur tú til at skapa ein innihaldsríkan dag fyri hann.