Tutl
Útgivið
11. november 2025
Útgongur
17. november 2025
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hug at arbeiða í einum serstøkum, livandi arbeiðsplássi? Tutl søkir eftir starvsfólkið at byrja sum skjótast ella eftir nærri avtalu. Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert starv í lívligum umhvørvi mitt í føroysku mentanini við tøttum samstarvi við einum sera góðum toymi.

Starvið er tímalønt eftir sáttmálanum hjá samverk og tímarnir eru skiftandi at byrja við umleið 10tímar um vikuna við møguleika fyri at tað verður meira seinni.

Vit ynskja ein raskan, ábyrgdarfullan, praktiskan persón sum dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt. Eisini er ein fyrimunir at tú hevur áhuga fyri tónleiki, handli og plátufelagsarbeiði.

Afturat handilsarbeiði er innihaldi í arbeiðinum í stóran mun tekt at forlagsarbeiði hjá plátufelagnum.

Vilt tú søkja starvið og/ella hoyra nærri ber til at kontakta Sólvá á solva@tutl.com ella tlf 263886.

Umsóknarfreistin er mánadagin 17. november 2025.

Líknandi størv

  Faroe Islands nýtt
11. november 2025
Vit leita eftir goymslufólki   Faroe Islands nýtt
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið