Lýsing
Søkt verður eftir bókhaldara/skrivstovufólki til fyrisitingina hjá Heimatænastuni í VEKS.
Starvsbrøkurin er 1,0 og byrjanardagur er eftir avtalu.
Arbeiði umfatar
Bókhald, kontering, debitor- og kreditor stýring, fíggjarligar rapporteringar, framleiðlsa av hagtølum. Harumframt er eisini talan um vanligt skrivstovuarbeiði , so sum samskifti, journalisering, røkt av heimasíðu v.m.
Vit sóknast eftir fólki sum hevur hug og hegni til at:
- viðvirka til at menna strategisk, faklig og praktisk viðurskiftir í samstarvinum.
- samstarva við leiðslu, starvsfólk, brúkarar og avvarðandi.
- tryggja og menna gott samskifti og høgt kunningarstøðið til bæði borgarar, avvarandi, starvsfólk og aðrar samstarvspartar.
- tú hevur ein fyrimun um tú dugir at brúka búskaparskipan landsins og 3V, og skrivar ræðið føroyskt
Starvsstaður
Starvsstaður er í fyrisitingini, sum umfatar alt VEKS-økið - við høvuðsskrivstovu í Vestmanna.
Førleikakrøv
Vit sóknast eftir persóni sum m.a. hevur royndir og viðkomandi útbúgvingar innan fíggjarviðurskiftir og skrivstovuarbeiði.
Annað
Vit sóknast eftir einum starvsfelaga sum m.a.
- hevur ein jaligan og fyrikomandi hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum og konstruktivum samstarvi við leiðslu, starvsfólkahóp, umframt einstaka borgaran og tess avvarðandi.
- hevur lætt við at samskifta, bæði í skrift og talu.
- heldur seg dagførdan viðvíkjandi øllum innan- og uttanhýsis viðurskiftum, sum hava ávirkan á dagliga starvið.
Harumframt kunnu vit bjóða eitt starv
- við nógvum avbjóðingum, við rúmd fyri nýhugsan.
- við tvørfakligum samstarvi á einum arbeiðsplássi, sum hevur áhuga í støðugari menning.
- har hvør einstakur starvsfelagi er partur av at skapa eitt jaligt, vinarligt og dygdargott umhvørvi, borgarum og starvsfólki at frama.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Kommunufelag og Starvsfelagið.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til
veks@veks.fo
ella
Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 06.09.2024 kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:
- Páll á Reynatúgvu, stjóra á tlf. 793279
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv millum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.
Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo