VEKS
Útgivið
13. januar 2023
Útgongur
30. december 2022
Staður
Bakkavegur 59, 350 Vestmanna, Faroe Islands

Lýsing

Søkt verður eftir bókhaldara/skrivstovufólki til fyrisitingina hjá Heimatænastuni í VEKS.

Starvsbrøkurin er 1,0 og byrjanardagur er eftir avtalu.

Arbeiði umfatar
Bókhald, kontering, debitor- og kreditor stýring, fíggjarligar rapporteringar, framleiðlsa av hagtølum. Harumframt er eisini talan um vanligt skrivstovuarbeiði , so sum samskifti, journalisering, røkt av heimasíðu v.m.

Vit sóknast eftir fólki sum hevur hug og hegni til at

  • viðvirka til at menna strategisk, faklig og praktisk viðurskiftir í samstarvinum.
  • samstarva við leiðslu, starvsfólk, brúkarar og avvarðandi.
  • tryggja og menna gott samskifti og høgt kunningarstøðið til bæði borgarar, avvarðandi, starvsfólk og aðrar samstarvspartar.

 

Starvsstaður
Starvsstaður er í fyrisitingini, sum umfatar alt VEKS-økið - við høvuðsskrivstovu á kommunuskrivstovuni í Vestmanna.

Førleikakrøv
Vit sóknast eftir persóni sum m.a. hevur royndir og viðkomandi útbúgvingar innan fíggjarviðurskiftir og skrivstovuarbeiði.

Annað
Vit sóknast eftir einum starvsfelaga sum m.a.

  • hevur ein jaligan og innovativan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum og konstruktivum samstarvi við leiðslu, starvsfólkahóp, umframt einstaka borgaran og tess avvarðandi.
  • hevur lætt við at samskifta, bæði í skrift og talu.
  • heldur seg dagførdan viðvíkjandi øllum innan- og uttanhýsis viðurskiftum, sum hava ávirkan á dagliga starvið.
  • hevur telduførleikar á støði sum hoyra slíkum starvi til.

 

Harumframt kunnu vit bjóða eitt starv

  • við nógvum avbjóðingum, við rúmd fyri nýhugsan.
  • við tvørfakligum samstarvi á einum arbeiðsplássi, sum hevur áhuga í støðugari menning.
  • har hvør einstakur starvsfelagi er partur av at skapa eitt jaligt, vinarligt og dygdargott umhvørvi, borgarum og starvsfólki at frama.

 

Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Kommunufelag og avvarðandi fakfelag.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til

 

veks@veks.fo

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 27.01.2023 kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:

  • Niels A. Joensen, leiðara, á tlf. 260552.

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv millum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.

Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið