Útgivið
8. november 2021
Útgongur
26. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Starv í Nes kommunu

Søkt verður eftir arbeiðsfólki til Nes kommunu at byrja 3. januar 2022 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsuppgávur:
Arbeiðsfólkið skal saman við tekniska toyminum taka sær av dagliga viðlíkahaldinum av m. ø. vatn- og kloakkleiðingum, vegum og gongubreytum og hava ábyrgdina av at flagga á kommunalum stovnum eftir avtalu.

Arbeiðsfólkið hevur tilvísing til arbeiðsformannin í tekniska toyminum.

Vit ynskja ein starvsfelaga, sum er:

  • Álítandi, stundisligur, nærlagdur og samstarvsinnaður
  • Setir arbeiðssemi og røkisskap í hásæti
  • Hevur góðar førleikar at gera ymisk viðlíkahaldsarbeiði
  • Hevur koyrikoyrt til vanligan bil
  • Hevur royndir/førleikar at koyra smærri arbeiðsmaskinur, tó ikki ein treyt
  • Av og á tolir skiftandi arbeiðstíðir
  • Dugir væl at síggja møguleikar heldur enn forðingar

Setanarviðurskifti
Starvið er tímalønt. Lønin verður ásett sambært sáttmála milum Føroya
Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag

Arbeiðstíðin er vanliga 40 tímar um vikuna

Um ov fáar umsóknir koma inn, tilskilar Nes kommuna sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum.

Umsóknin:
Umsókn við upplýsingum um royndir, møguliga útbúgving og viðmæli skal sendast
til:

Nes kommunu
Toftavegur 3
650 Toftir
ella við telduposti til: nes@nes.fo

Umsóknarfreist:
Fríggjadagin 26. nov. 2021

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Aksel Højgaard, leiðara á Teknisku deild, tlf. 565001 ella Jan Petersen, arbeiðsformann, á tlf. 565002.

Líknandi størv

12. februar 2026
12. februar 2026
  Faroe Islands nýtt
12. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið