Lýsing
Starv í orku- og burðardygd hjá Hiddenfjord
Hiddenfjord er eitt serføroyskt felag, sum framleiðir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í gjøgnum nógv ár. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Tað arbeiða uml. 200 fólk hjá okkum. Felagið hevur stórt fokus á at ala í samljóði við náttúruna, so framtíðarmøguleikar ikki verða darvaðir av nútíðar virksemi. Hiddenfjord er eisini fyrsti alari í heiminum, sum er givin við at nýta flogflutning av laksavørum og hevur harvið minkað um CO2-útlátið av flutninginum til fjarðmarknaðir við 94%. Vit ynskja at framskunda tilgongdina við grøna- og burðardygga leistinum, og søkja tí eftir einum persóni til
Starv í orku- og burðardygd hjá Hiddenfjord
Talan er um eitt nýtt spennandi starv. Tú kemur at hava stóra ábyrgd og arbeiða sjálvstøðugt við verkætlanum, har málið verður at leiða Hiddenfjord longur fram á leið á grønu kósini. Starvið er staðsett á verkætlanardeildini.
Talan er um fulltíðarstarv. Starvsstaðið verður í Vágum.
Starvið: Vit sóknast eftir einum røskum og eldhugaðum persóni sum, í tøttum samstarvi við verkætlanarleiðara og hini í felagnum, kemur at eyðmerkja økir, har Hiddenfjord kann menna og fremja týðandi loysnir á grønu kósini.
Krøv: Vit vænta, at tú hevur viðkomandi tekniska útbúgving og royndir, har tínir førleikar m.a. eru at tú:
- ert sjálvstøðug/ur, men dugir væl at samstarva og at arbeiða í toymi
- ert fakliga væl fyri í mun til at menna og seta í verk týðandi átøk innan orku og burðardygd
- hevur hug at arbeiða við øllum økjum innan orku og umhvørvi
- dugir væl at leggja arbeiða til rættis, samskipa og halda freistir
- dugir væl at fáa hugskot og seta tey í verk á ein nýskapandi hátt
- hevur góð evni til at seta teg inn í nýggj viðurskifti, og altjóða rák innan títt fakøki
- hevur ein jaligan hugburð og ert álítandi
Løn og setanarviðurskifti
Hiddenfjord bjóðar eitt áhugavert starv í einum felag í støðugari menning, og sum hevur stóran samfelagsligan týdning í Føroyum, og har tú hevur stóra ávirkan á tín arbeiðsdag. Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu við arbeiðsgevara.
Umsókn
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jón Gregersen, Verkætlanarleiðara, tel. +298 288712 / jon.gregersen@hiddenfjord.com, ella til Atla Gregersen, stjóra, á tel. +298 210257 / atli.gregersen@hiddenfjord.com.
Umsóknarfreistin er mánadagin 5. januar 2022. Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til starv@hiddenfjord.com.