Ocean Rainforest
Útgivið
19. maj 2025
Útgongur
1. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Summarstarv, Tíðaravmarkað starv, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hug at royna teg á sjónum og dámar tær at arbeiða úti í føroysku náttúruni?
Ocean Rainforest leitar eftir avloysarum at arbeiða umborð á okkara bátum Breiðbløðku, í sambandi við taraskurð og aðrar uppgávur til sjós. Arbeitt verður í Funningsfjøðri og við Gøtueiði.

Talan er um tíðaravmarkað arbeiði við skiftandi arbeiðsdøgum, alt eftir veðri og tørvi. Hetta er eitt gott høvi hjá tær, sum hevur hug at royna okkurt nýtt og spennandi, so er hetta júst starvið fyri teg.

Starvið er ætlað at vera í tíðarskeiðinum frá mai til og við oktober 2025, tó við møguleika fyri leingjan um tørvur er á tí.

Arbeiðsuppgávur fevna m.a. um:

  • Skurð og innsavning av tara
  • Handfaring av útgerð og vevnaði
  • Fyrireiking og uppseting av alilínum
  • Annað viðlíkahaldsarbeiði umborð

Vit leggja dent á eitt gott og spennandi arbeiðsumhvørvi, og tú verður partur av einum fjølbroyttum og dugnaligum toymi.

Vit leita eftir fólki, ið:

  • Hevur góðan kroppsligan form og óttast ikki fysiskt arbeiði
  • Dugir væl at arbeiða í toymi
  • Er ábyrgdarfull/ur og nærlagdur/nærløgd

Fyrimunir (ikki krav):

  • Royndir innan aling, fiskivinnu ella líknandi arbeiði

Løn og setanartreytir verða ásettar sambært galdandi sáttmálum og eftir nærri avtalu.

Hevur tú spurningar ella ynskir at søkja, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sveinur Øssur S. Petersen, Rakstrarstjóri, við at skriva til: Sveinur@oceanrainforest.com ella ring á fyri at hoyra meira um starvið 269795

Um okkum: Ocean Rainforest er ein spennandi fyritøka, ið stendur í stórari menning. Virksemið hjá fyritøkuni fevnir um aling og framleiðslu av tara í Føroyum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið