Havstovan
Útgivið
8. marts 2026
Útgongur
7. april 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hevur tú áhuga fyri havlívfrøði, royndir við starvsstovuarbeiði, kunnleika til føroyskan fiskiskap, hegni og tol til putlarbeiði ella líknandi? Nú er eitt fjølbroytt og spennandi starv sum biologassistentur leyst at søkja á Tilfeingisdeildini hjá okkum.

Starvsstaðið er á Havstovuni og umborð á havrann­sóknar­skip­inum Jákup Sverra.

Kjarnuvirksemið á Tilfeingisdeildini á Havstovuni er at fylgja við gongdini í fiskastovnum, sum føroyska samfelagið hevur áhuga í. Á deildini starvast 17 fólk við ymsari bakgrund og arbeiðsuppgávum – bæði frøðingar og biologassistentar.

Tú fert at trívast væl sum biologassistentur á Havstovuni, um tær dámar væl at takast við smálutir, men eisini at rokast av og á.

Arbeiðsøkið

  • Tú verður biologassistentur á Tilfeingisdeildini. Høvuðs­arbeiðið er fiskakanningar.
  • Tú fert at aldursgreina fisk í toymi við øðrum biolog­assistent­um.
  • Eisini fert tú at taka prøvar av fiski bæði á rann­sóknar­skipi, á Havstovuni og møguliga á landingar­móttøk­um kring landið.
  • Tú fert at sigla við Jákup Sverra á ymiskum rann­sóknar­túr­um, har arbeiðið kann vera fysiskt krevjandi.
  • Tað kann henda, at tú skalt við øðrum skipum at gera kanning­ar­arbeiði.
  • Tú eigur at rokna við, at tíðin umborð á skipi tekur upp til tveir-tríggjar mánaðir spjatt yvir árið.
  • Tú fert at gera annað fyrifallandi arbeiði eisini.

Setanartreytir

Ongin beinleiðis treyt er til útbúgving. Tó eru styttri útbúgving innan lívfrøði ella tilfeingi, starvsstovuroyndir, royndir til sjós – ella bert áhugi fyri havlívfrøði góður førningur til starvið sum biologassistentur.

Góð evni at samstarva er ein fortreyt í okkara granskingar­umhvørvi við nógvum ymiskum virksemi og fakbólkum.

Løn sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsókn við avritum at prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 7. apríl 2026 kl. 12.

Umsókn skal sendast í telduposti til Havstovuna frámerkt ”Starv” á starv@hav.fo.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til:

Eydna í Homrum
Tilfeingi
Deildarleiðari, Ph.D, Lívfrøðingur
eydnap@hav.fo / +298 79 39 26

Marita Rasmussen
Umsiting
Stjóri
marita@hav.fo / +298 79 39 00

Um Havstovuna

Á Havstovuni arbeiða vit við at granska, kenna og ráðgeva um fiskiskap og havumhvørvið í teimum økjum, har Føroyar hava fiskiveiðuáhugamál. Havstovan hevur sostatt nógva vitan um lívfrøðiliga ríkidømið, sum føroyski búskapurin stendur á.

Á Havstovuni verður granskað í øllum teimum viðurskiftum, sum hava týdning fyri livilíkindini hjá sjófeinginum kring Føroyar. Í hesi gransking leggur Havstovan seg eftir góðari prøvatøku innan bæði hav- og lívfrøði.

Aftrat vanliga arbeiðinum arbeiðir Havstovan við fleiri verkætlanum. Summar av hesum ger stovnurin einsamallur, meðan aðrar verða framdar í samstarvi við føroyskar ella útlendskar granskingarstovnar og/ella vinnuna. Verkætlanirnar eru oftast fíggjaðar uttan fyri Havstovuna.

Á Havstovuni arbeiða 34 starvsfólk og umborð á okkara havrannsóknarskipi Jákup Sverra arbeiða 16 sjófólk.

Líknandi størv

8. marts 2026
Dátuviðgeri til Firum   Faroe Islands nýtt
8. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið