Arbeiðs- og brunaeftirliti
Lýsing
Arbeiðs- og brunaeftirlitið sóknast eftir einum dugnaligum, ágrýtnum og praktiskt hugaðum fulltrúa til at umsita ein breiðan hóp av uppgávum á stovninum.
Um starvið
Talan er um eitt fakliga áhugavert og avbjóðandi starv, har tú fært møguleika fyri at geva títt íkast til at betra um trygdina føroyska samfelagnum.
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:
- at avgreiða og umsita loyvir, løggildingar og váttanir
- at samskipa innanhýsis verkætlanir, ið menna kjarnuvirksemið hjá stovninum
- at vera við í arbeiðinum at effektivisera myndugleikavirksemið hjá stovninum
- at savna og arbeiða við dátum frá eftirlitum og óhappum v.m.
- at standa fyri ymiskum kanningum innan arbeiðsumhvørvi
Harumframt kemur tú at arbeiða við øðrum fyrifallandi uppgávum.
. . . Lesið meira á heimasíðuni hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum