Lýsing
Nú er starv sum húsavørður hjá okkum leyst at søkja. Vit hava í dag 387 leigubústaðir, og fleiri eru ávegis. Okkum tørvar fleiri hendur til rakstur og viðlíkahald av okkara íbúðum. Húsavørðirnir eru partur av einum toymi í Umsitingardeildini, sum eisini tekur sær av útleigan og av móttøkuni.
STARVIÐ
Húsavørðirnir eru andlit og hendur hjá okkum úteftir. Teir hava nógv samskifti við aðrar handverkarar og okkara leigarar, og mást tú tí eisini duga væl við fólki. Húsavørðirnir gera vanligar ábøtur og smærri umvælingar av bygningum og íbúðum. Tá størri umvælingar verða gjørdar, samskipa húsavørðirnir hetta við aðrar handverkarar.
Húsavørðirnir gera inn- og útflytingarsýn í sambandi við flyting. Harumframt hava húsavørðirnir umsjón við øllum okkara bygningum, taka sær av tekniskum installatiónum, so sum el, ventilatión og sanitetsviðurskiftum og røkta grøn økir og tún. Húsavørðirnir tryggja eisini, at brunaviðurskiftini og trygdarútbúnaðurin eru í lagi. Sum húsavørður skalt tú tí vera førur fyri at taka tær av fleiri skiftandi uppgávum.
Bústaðir hava eina skipan við vaktartelefon, sum leigarar kunnu ringja til, um tað eru átrokandi trupulleikar, sum mugu loysast uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Húsavørðirnir skulu vera til reiðar at átaka sær at hava vaktartelefonina eftir tí vaktarskipan, sum verður avtalað við rakstrarleiðaran.
Sum nýggjur húsavørður verður tú partur av einum toymi við rakstrarleiðara og fimm húsavørðum.
UM TEG
Vit ímynda okkum, at tú, maður ella kvinna, ert fyrikomandi og álítandi, hevur gott handalag, trívist við at hava nógv um oyruni, og at tú hevur hug og evnir til at veita okkara leigarum góða tænastu. Vit vænta, at tú hevur viðkomandi handverksútbúgving og arbeiðsroyndir sum húsavørður, gjarna innan HVS/hitapumpur, sum timburmaður ella tílíkt og hevur koyrikort. Sýn, umvælingar og annað virksemi hjá húsavørðunum fer at verða skrásett í okkara umsitingarskipan, so vit vænta, at tú hevur telduførleikar á brúkarastøði. Av tí at vit hava nógv uttanumøkir at taka okkum av, vænta vit, at tú eisini hevur hug og hegni til ymiskt urtagarðsarbeiði.
VIT BJÓÐA TÆR
Eitt starv, har tú fær nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur innan rakstur og viðlíkahald av okkara leigubústøðum. Vit vóna, at tú kanst byrja í starvinum skjótast gjørligt ella í seinasta lagi 1. november 2022.
Løn sambært sáttmála.
UMSÓKNARFREIST
Freistin at søkja er mánadagin tann 5. september 2022. Væntandi verða setanarsamrøður í viku 37 ella 38. Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Birgir Samuelsen, rakstrarleiðara, á telefon 288543.
---
Bústaðir eru alment bústaðafelag, ið fíggjar, umsitur og rekur leigubústaðir. Sum alment bústaðafelag tryggja vit, at skipaði viðurskifti eru á leigu- og lutaíbúðamarknaðinum, at dygdin á bústøðunum er í lagi, og at fíggjarkarmarnir til umvæling, rakstur og viðlíkahald eru hóskandi. Hjá Bústøðum eru 19 starvsfólk. Sí meira um um Bústaðir á heimasíðu okkara bustadir.fo.