NÁM
Útgivið
4. oktober 2022
Útgongur
23. oktober 2022
Staður
Hoyvíksvegur 72 FO-100 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
eydun@nam.fo
Vitjandi
72

Lýsing

Nám sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum kt-didaktiskum ráðgeva til setanar 1. desember 2022.

Tørvur er á einum ráðgeva, ið kann vera við til at menna kt-didaktiska økið í skúlaverkinum. Tann, ið settur verður, fer at hava stóra ávirkan á innihaldið og ráðleggingina í starvinum. Talan er tí um fjølbroytt og áhugavert starv, har møguleiki er fyri fakligari og persónligari menning.

Nám er stovnur undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymiskar tænastur sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar og WISEflow og gevur út undirvísingartilfar. Kt- ráðgevin verður partur av ráðgevandi deildini í Námi.

Arbeiðsøkið fevnir um:

  • at ráðgeva skúlum í kt-didaktiskum spurningum
  • at ráðgeva skúlum og hjálpa við at verkseta talgildar pallar í undirvísingini (sum t.d. Office365 og WISEflow)
  • at skipa fyri skeiðum og átøkum
  • at vera við at menna kt-didaktiska partin í útgávunum hjá Námi.
  • at veita tekniska kt-hjálp til skúlar

Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:

  • útbúgving sum fólkaskúlalærari, undirvísingarførleika á miðnámi ella samsvarandi
  • góðan og breiðan fakligan førleika
  • góðan førleika at seta teg inn í talgildar loysnir
  • royndir við at verkseta kt í skúlaverkinum
  • hugflog og dirvi at ganga nýggjar leiðir
  • góðan telduførleika og kunnleika til mál – serliga føroyskt, men eisini skandinaviskt og enskt
  • góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt
  • góðar samskiftis- og framløguførleikar
  • hug og vilja at veita góða tænastu

Umsøkjarar, ið hava serliga viðkomandi eftirútbúgving, t.d. innan kt og læring, ella viðkomandi kt-didaktiskar royndir, t.d. við skrivligum próvtøkum, kunnu hava fyrimun.

Setanarviðurskifti
Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við nøkrum bundnum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar. Harafturat skal tann, ið sett/ur verður, vera við til at mynda starvið og starvsinnihaldið. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag við setan 1. desember 2022 ella skjótast gjørligt.

Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Tóra Slættalíð, deildarleiðara fyri ráðgevingina, á tel. 555 180 ella við telduposti á tori@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin tann 23. oktober 2022 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.

Meira kunning um Nám fæst á nam.fo

Líknandi størv

Sjúkrarøktarfrøðingur til B7   Faroe Islands nýtt
2. december 2022
Trivnaðarsamskipari í Sunda kommunu   Faroe Islands nýtt
2. december 2022

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið