Fólkaheilsustýrið
Útgivið
16. marts 2023
Útgongur
29. marts 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um starvið

Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, sum tú sjálv/ur verður við til at mynda, til tíðir strævið, men samstundis sera fjøltáttað og sjálvstøðugt arbeiði við góðum skeiðs- og eftirútbúgvingarmøguleikum. Tú fert saman við leiðsluni at taka tær av ráðleggingini á nýggja stovninum.

Høvuðsuppgávurnar hjá leiðsluskrivaranum eru, at:

  • virka sum skrivari hjá stjóranum
  • samskipa fundir
  • samskifta við borgarar vegna stjóra og stovnin
  • málsviðgerð
  • samskiftisuppgávur so sum at leggja út á heimasíðu v.m.
  • skrivarauppgávur annars, herundir málrøkt og rættlestur
  • umsita journalskipan

Førleikakrøv

  • skrivstovuútbúgving ella aðra hóskandi útbúgving
  • hollar royndir innan almenna fyrisiting og/ella privata vinnu
  • kunnleika til mál
  • hollan kunnleika til skrivligt føroyskt
  • kunnleika til KT á høgum brúkarastigi
  • royndir í at samskifta við fólk á ymiskum stigi
  • góð samstarvs- og samskipanarevni
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • royndir við journalskipan

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Setanarøkið fevnir um Heilsumálaráðið og stovnar undir tí.

Starvið verður sett frá 1. mai 2023 ella eftir nærri avtalu.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna á Steig, stjóra, tlf. 233070.

Umsókn

Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til:

Fólkaheilsustýrið
Eirargarður 2, 2. hædd
100 Tórshavn

Teldupost: folkaheilsustyrid@folkaheilsustyrid.fo

Umsóknarfreist: 29. mars 2023

www.folkaheilsustyrid.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið