Lýsing
Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið
Dugir tú at gera, menna og viðlíkahalda eina samskiftisætlan? Trívist tú við at arbeiða skipað við kunningaruppgávum í samstarvi við onnur? Og dámar tær at arbeiða tætt at vinnulívinum? So hevur tú nú møguleikan at søkja eitt nýtt og spennnandi starv sum samskiftisráðgevi í Vinnuhúsinum!
Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir samskitftisráðgeva til Vinnuhúsið. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um
- at gera, menna og viðlíkahalda samskiftisætlan fyri Vinnuhúsið
- at leggja til rættis samskifti og kunning frá Vinnuhúsinum á ymiskum samskiftispallum
- at skriva tekstir
- at gera smærri kanningar/greiningar
- at luttaka í ymiskum verkætlanum í Vinnuhúsinum
Vit vænta, at tú
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt, skipað og miðvíst
- hevur góð samstarvsevni
- hevur hóskandi hægri útbúgving. Tað er ein fyrimunur við útbúgving innan samskifti
- hevur viðkomandi arbeiðsroyndir, har royndir við strategiskum samskifti eru ein fyrimunur
- hevur kunnleika til føroyska vinnu og umsiting og samfelagsviðurskifti annars
- dugir væl at orða teg á føroyskum, norðurlendskum og enskum
Vit kunnu lova tær eitt áhugavert starv, í einum mennandi arbeiðsumhvørvi og við góðum starvsfeløgum. Tú gerst partur av einum toymi, har dygd, arbeiðssemi og menning av vitan eru lyklaorð. Løn eftir avtalu.
Vit leggja dent á, at Vinnuhúsið skal vera eitt rúmligt arbeiðspláss, har fólk trívast og hava virðing fyri hvørjum øðrum.
Umsókn við skjølum, merkt ”Starv”, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. desember á industry@industry.fo.
Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til stjóran, Niels Winther, tlf. 739906.