Undirvísingarstýrið
Útgivið
2. juli 2024
Útgongur
1. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Undirvísingarstýrið sóknast eftir einum dugnaligum stjóra, sum hevur áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðslustarv í einum av størstu fólkaskúlunum í Føroyum.

Starvið sum skúlastjóri á Skúlatrøð verður lýst leyst at seta frá 1. sept. 2024 ella sum skjótast eftir tað. Á Skúlatrøð eru skúlaárið 2024/25 í alt 751 næmingar innskrivaðir í 1. - 10. flokk. Eitt sertilboð er eisini skipað við 56 næmingum. Starvsfólkaliðið á Skúlatrøð er um 80 ársverk.

Á Skúlatrøð er móttøkuskúli fyri næmingum úr hinum skúlunum í Norðoyggjum. Næmingarnir koma í hádeildina á Skúlatrøð. Skúlin umsitur eisini felags førleikastovu fyri skúlarnar í
Norðoyggjum.

Um starvið
Skúlastjórin hevur til uppgávu at:

  • standa á odda fyri dagførdari, fakligari og námsfrøðiligari menning
  • fremja mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at starvsfólk hava umstøður fyri fakligari
    menning
  • virka fyri trivnaði og góðum samstarvi við atliti at næmingum og starvsfólki
  • skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd
  • fremja gott samstarv millum skúla og heim, tryggja dygd í undirvísingini og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt
  • umsita fíggjar- og rakstrarstýring
  • samstarva við skúlamyndugleikan á staðnum og leiðslur í øðrum skúlum í Norðoyggjum

Førleikakrøv 
Umsøkjarar skulu hava:

  • læraraútbúgving
  • viðkomandi starvsroyndir
  • førleika at taka neyðugar avgerðir, at virka fyri trivnaði og einum mennandi læruumhvørvi
  • leiðsluroyndir og antin hava ella fara undir útbúgving innan leiðslu

Samstarvsskipan í Klaksvíkar kommunu
Skúlastjórin samstarvar við trivnaðardeildina, sum umsitingarliga varðar av kommunala parti skúlans, umframt við aðrar deildir. Dagliga samskiftið og samstarvið er við trivnaðarstjóran, har dentur verður lagdur á í felag at virka fyri at menna skúlaskapin í kommununi.

Setanarviðurskifti
Setanarøkið er undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum við fyribils tænastu á Skúlatrøð. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Starvið er sáttmálasett, og er flokkað í lønarflokki 40.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Lønin er í løtuni 59.675,57 kr. umframt 17% í eftirløn. Verður tænastumaður settur í starvið, varðveitir viðkomandi tænastumannasetanina

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og viðmælum skal vera Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi 1. aug. 2024.

Umsóknin verður stílað til:
Undirvísingarstýrið
Postsmoga 9
Hoyvíksvegur 72
110 Tórshavn
ella við t-posti: uvs@uvs.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu
ringja til Magnus Tausen, fulltrúa, tlf. 555029 ella
skriva til magnust@uvs.fo

Undirvísingarstýrið er fyrisitingarlig eind undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum rakstraruppgávum í undirvísingarverkinum. Sí nærri lýsing á www.uvs.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið