Landssjúkrahúsið
Útgivið
14. januar 2025
Útgongur
28. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Á intensivdeildini G1 á Bráðdeplinum á Landsjúkrahúsinum er eitt fulltíðarstarv sum varaleiðari leyst at søkja til setan 01.03.2025 ella eftir nærri avtalu.

Viðkomandi, ið settur verður, kemur at arbeiða við menning av intensivdeildini og viðrakning ein dag um vikuna, og annars at vera partur av dagliga kliniska arbeiðinum á deildini, umframt at vera lutvíst vaktberandi.

Um deildina
G1 er ein deild við fleiri serøkjum; intensivdeild, viðrakning og skaðastovu/bráðmóttøku. Á G1 arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar og anestesilæknar. Deildin er skipað við einum deildarleiðara við ábyrgd fyri sjúkrarøktini, og eini depilsleiðslu, sum hevur evstu ábyrgd av deildini.

Intensivdeildin tekur ímóti øllum medisin - og skurðsjúklingum, sum hava tørv á intensivari røkt og viðgerð. Allir skurðsjúklingar, sum verða doyvdir, koma í viðrakning. Skaðastovan/Bráðmóttøkan móttekur allar bráðfengis sjúkar sjúklingar.

Á intensivdeildini verða uml. 500 sjúklingar innlagdir árliga. Í viðrakning koma uml. 2100 sjúklingar árliga, og skaðastovuna/bráðmóttøkuna móttekur uml. 9000 sjúklingar árliga.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Í tøttum samstarvi við deildarleiðara at arbeiða við menning innan intensivøkið og viðrakning
  • At samskipa arbeiðið saman við varaleiðaranum á skaðastovuni/bráðmóttøkuni
  • At taka lut í betranararbeiðinum á deildini í tøttum samstarvi við starvsfólki á deildini
  • At skipa fyri undirvísing av starvsfólki á deildini
  • At veita fakligan stuðul og standa fyri undivísing av nýggjum starvsfeløgum
  • At gera ella skipa fyri mannagongdum fyri tey ymsu økini á deildini
  • At standa fyri implementering av nýggjum mannagongdum og tryggja, at hesar verða dagførdar

Førleikakrøv:

  • Prógv og góðkenning sum intensivsjúkrarøktarfrøðingur
  • Royndir sum intensivsjúkrarøktarfrøðingur
  • Útbúgving og/ella royndir innan menningararbeiði er ein fyrimunur, men ikki eitt krav
  • Góðar telduførleikar

Vit vænta, at tú:

  • Hevur hug og áræði at virka fyri menning, har sjúklingurin verður settur í fremstu røð
  • Er eldhugað/ur og megnar at geva fakligan íblástur til starvsfelagar
  • Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
  • Hevur evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða:

  • Eitt mennandi og spennandi starv við fakliga dugnaligum starvsfeløgum
  • Góða innleiðslu
  • Samstarv, sparring og stuðul frá deildar- og depilsleiðslu

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hannu Helenu Weihe Simonsen, deildarleiðara, á lokal 5811, hanwe@ls.fo ella Jonleyg Fossabrúgv, depilsleiðara, á lokal 5707, jonfo@ls.fo

Umsóknarfreistin er 28.01.2025.

Vinarliga søk starvið her.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið