Lýsing
Familjudepilin søkir eftir starvsfólkum til eitt umsorganar- og stuðulstoymi í Børn og Ung somatik. Talan er um fulltíðarstørv í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum til setan 01.10.2022 ella skjótast til ber. Møguleiki er eisini fyri niðursettum brøki og/ella tímaløntum vaktum.
Um starvið
Søkt verður eftir fólki at arbeiða sum stuðul hjá lítlum barni. Uppgávan er at tryggja at barnið fær røttu umsorganina og neyðugan stuðul.
Røktar- og umsorganaruppgávurnar fevna í høvuðsheitum um tracheostomirøkt, sonduføði og vanliga grundleggjandi røkt.
Í verandi løtu er starvsstaður á Barnadeildini/Børn og Ung somatik á Landssjúkrahúsinum. Tá klárt verður til flytan í egið heim, sum er í Norðoyggjum, kann væntast broytingar í setanini.
Viðkomandi sum settur verður má tola broytingar í starv og setanarviðurskiftum.
Førleikar
- Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur ella aðra viðkomandi heilsu- ella námsfrøðiliga útbúgving
- Um tú ert lesandi ert tú eisini vælkomin at søkja
- Royndir innan barna og/ella pinkabarnaøkið
- Royndir við tracheostomi hevur fyrimun, men ikki eitt krav
Vit bjóða
- Góða og holla einstaklinga upplæring
- At tú verður partur av einum toymi, sum er um barnið
- Tætt samstarv við foreldur
Væntanir
Væntað verður, at tú ert fakliga, sálarliga og likamliga væl fyri, og at tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur. At tú hevur góð samstarvsevnir, ert rólig/ur og hevur eitt opið og jaligt sinni.
Tað hevur týdning, at tú hevur hug og hegni at arbeiða við børnum, og hevur hug at betra um gerandisdagin hjá børnum við avbjóðingum. Umráðandi er, at tú kennir til týdningin av, at børn verða møtt har tey eru.
Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Sjúkrahúsverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráði.
Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við Herdis Ludvig, funktiónsleiðara, á t-post herlu@ls.fo ella tlf. 304599 - lokal 6055 ella Elin Helenu Ásudóttir, depilsleiðara, á t-post elias@ls.fo ella tlf. 304599 - lokal 3502.
Umsóknarfreistin er 29.09.2022.
Vinarliga søk starvið her.
Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar seinastu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast, áðrenn byrja verður.
Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Um stovnin”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.