LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
3. november 2022
Útgongur
15. november 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir starvsfólkum at arbeiða sum stuðul hjá lítlum barni. Uppgávan er at tryggja, at barnið fær røttu umsorganina og neyðugan stuðul.

Røktar- og umsorganaruppgávurnar fevna seg í høvuðsheitum um tracheostomirøkt, sonduføði og vanliga grundleggjandi røkt.

Talan er um fulltíðarstørv í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum til setan skjótast til ber. Møguleiki er eisini fyri niðursettum brøki og/ella tímaløntum vaktum.

Í verandi løtu er starvsstaður á Barnadeildini/Børn og Ung somatik á Landssjúkrahúsinum. Tá klárt verður til flytan í egið heim, sum er í Norðoyggjum, verður starvstaðurin heima har barnið býr.

Viðkomandi sum settur verður má tola broytingar í starv og setanarviðurskiftum.

Førleikar

  • Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur ella aðra viðkomandi heilsu- ella námsfrøðiliga útbúgving
  • Royndir innan barna og/ella pinkabarnaøkið
  • Royndir við tracheostomi hevur fyrimun, men ikki eitt krav

Um tú ert lesandi, so ert tú eisini vælkomin at søkja.

Vit bjóða

  • Góða og holla einstaklinga upplæring
  • At vera partur av einum toymi, sum er um barnið
  • Tætt samstarv við foreldur

Væntanir

Væntað verður, at tú ert fakliga, sálarliga og likamliga væl fyri, og at tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur. At tú hevur góð samstarvsevnir, ert rólig/ur og hevur eitt opið og jaligt sinni.

Tað hevur týdning, at tú hevur hug og hegni at arbeiða við børnum, og hevur hug at betra um gerandisdagin hjá børnum við avbjóðingum. Umráðandi er, at tú kennir til týdningin av, at børn verða møtt har tey eru.

Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Sjúkrahúsverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráði.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Herdis Ludvig, funktiónleiðsara, á herlu@ls.fo ella tlf. 304599 - lokal 5022 ella Elin Helenu Ásudóttir, depilsleiðara, á elias@ls.fo ella tlf. 304599 - lokal 3502.

Umsóknarfreistin er tann 15.11.2022.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar seinastu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast, áðrenn byrja verður.

Á okkara heimasíðu, www.ls.fo, undir leinkinum “Um okkum”, kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið