Almannaverkið
Útgivið
19. september 2024
Útgongur
2. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Talan er um tvey størv:

- Eitt fast starv 32 tímar um vikuna at seta skjótast gjørligt ella eftir avtalu.
- Eitt farloyvisstarv 40 tímar um vikuna at seta skjótast gjørligt ella eftir avtalu, og fram til 31.07.2025.

Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum. Starvsstaðurin er í Saltangará.

Arbeiðsuppgávur
Verkhúsið Stíggjur er eitt arbeiðspláss fyri fólk við menningartarni, sum ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum.
Verkhúsið Stíggjur heldur til á trimum støðum í Saltangará. Á leið 30 borgarar koma dagliga í Stíggjan, og har starvast 13 fólk við ymiskari bakgrund, flestu av teimum námsfrøðingar.

Flestu starvsfólk eru til skiftis í øllum trimum støðunum.

Vit hava ymisk verkstøð, so sum ítrivsverkstað, máliverkstað og træverkstað. Tey, sum ikki kunnu vera við í framleiðsluni, fáa positivar og sansastimbrandi upplivingar, kropsligar venjingar, ADL-venjingar umframt umsorgan og tryggleika. Eisini hava vit eina krambúð, sum umframt at vera eitt lítið verkstað, selur vørurnar, sum vit framleiða.

Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar og snúgva seg í høvuðsheitum um at stuðla og stimbra tí einstaka í at fáa ein mennandi og virknan gerandisdag.

Millum annað er uppgávan at gera virkisætlan, skjalfesta eygleiðingar og eftirmeta hesar í tøttum samstarvi við starvsfelagar. Vit arbeiða við støði í KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi út frá sterku síðunum hjá tí einstaka.
Vit leggja eisini stóran dent á sosiala partin. Vit skipa fyri dagstúrum, bowla, sparka fótbólt, ganga túrar, spæla ymisk spøl, gera fimleik, hava samling og syngja saman. Vit gera alt fyri, at Stíggjur skal vera eitt gott arbeiðspláss, har bæði starvsfólk og borgarar trívast.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

19. september 2024
19. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið