Almannaverkið
Útgivið
14. april 2025
Útgongur
27. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um starvið

Talan er um barsilsfarloyvisstarv 32 tímar um vikuna at seta frá 01.05.25, ella eftir avtalu, og eitt ár fram. Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum, og starvsstaðurin er í Saltangará.

Arbeiðsuppgávur

Verkhúsið Stíggjur er eitt arbeiðspláss fyri fólk við menningartarni, sum ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum. Verkhúsið heldur til á trimum støðum í Saltangará. Á leið 30 borgarar koma dagliga í Stíggjan, og har starvast 13 fólk við ymiskari bakgrund, flestu av teimum námsfrøðingar. Flestu starvsfólk eru til skiftis í øllum trimum støðunum.

Vit hava ymisk verkstøð, so sum ítrivsverkstað, máliverkstað og træverkstað. Teir borgarar, sum ikki kunnu vera við í framleiðsluni, fáa positivar og sansastimbrandi upplivingar, kropsligar venjingar, ADL-venjingar umframt umsorgan og tryggleika. Eisini hava vit eina krambúð, sum umframt at vera eitt lítið verkstað, selur vørurnar, sum vit framleiða.

Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar og snúgva seg í høvuðsheitum um at stuðla og stimbra borgaran í at fáa ein mennandi og virknan gerandisdag.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið