Lýsing
Starvsfólk at arbeiða fulla tíð í Mylnuni á Jónas Broncks
Til handilin á Jónas Broncks gøtu hava vit tørv á einum starvsfólki, ið kann arbeiða fulla tíð í skiftandi vaktum. Vit leita eftir viðkomandi, ið á bestan hátt kann selja og vísa á okkara breyð og køkur, ið koma beint frá bakaranum.
Hjá okkum eru góðska og kundatænasta lyklaorð, og vænta vit av tær, at tú sum handilsfólk er fyrikomandi og ábyrgdarfull/ur.
Uppgávurnar fevna í høvuðsheitum um at avgreiða kundar, bæði við kassan og á gólvinum, um tørvur er á tí, at fylla vørur á hyllarnar og sum heild at halda handilin penan og innbjóðandi.
Um tú ert áhugað/ur í at gerast partur av toyminum á Jónas Broncks, kanst tú senda tína umsókn umvegis síðuna: https://hr.sms.fo/Application/Index/1153.
Eru spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Lindu Lydersen, handilsleiðara, á telefon 769093.