Útgivið
2. december 2021
Útgongur
16. december 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Starvsfólk at arbeiða sum stuðul hjá unglingi við rørslutarni í Eysturoynni

Søkt verður eftir starvsfólki at arbeiða sum stuðul hjá einum tannáringi við rørslutarni. Uppgávan er at tryggja, at drongurin fær stuðul til at mennast til eitt so sjálvstøðugt lív, sum fyritreytirnar hjá honum loyva.

Um starvið
Talan er um eitt starv 28 tímar um vikuna at seta 01.01.2022 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er aftan á skúlatíð. Arbeiðsstaðurin er heima hjá borgaranum, og farið verður eisini út til venjingar, tiltøk og frítíðarítriv. Setanin kann verða býtt á fleiri persónar.

Førleikar
Útbúgving sum námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, heilsuhjálpari, ergoterapeutur, fysioterapeutur ella við aðrari námsfrøðiligari útbúgving. Neyðugt er at hava koyrikort til persónbil. Um eingin skikkaður umsøkjari við útbúgving søkir, kann starvið verða fyribilssett við hjálparfólki.

Væntanir
Væntað verður, at tú ert fakliga, sálarliga og likamliga væl fyri, at tú ert álítandi og ábyrgdarfull/-ur og tolir broytingar, bæði viðvíkjandi arbeiðsuppgávum og arbeiðsstaði.

Um Eind 2 í Trivnaðardeplinum
Eind 2 veitir tænastu í Eysturoy, Vágunum og Norðoyggjum til børn og vaksin við menningartarni, fjølbreki og fysiskum brekum.
Tænasturnar umfata umlætting, bústaðir, stuðul og dag- og frítíðartilboð.
Til eindina hoyrir Sambýlið í Blikagøtu, Frítíðartoymið á Høgabóli, dag- og umlættingarstovnurin Mýrusóljan, trý stuðulstoymi og fleiri stuðulsfólk.  
Vit arbeiða tvørtur um fak og tvørtur um stovnarnar í eindini og leggja dent á góðan trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap. Javnvirði er partur av gerandisdegnum, og vit virðismeta ymisleikar og stuðla borgarum í at gerast so sjálvbjargnir, sum fyritreytirnar hjá teimum loyva.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardepilinum, Eind 2. Viðkomandi, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Setanar- og lønartreytir eru sambært sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelagið, Ergoterapeutfelagið og Fysioterapeutfelag Føroya.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 16.12.2021 kl. 23.00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Joan K. Olsen, leiðara, á tlf. 297685.

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins. Almannaverkið umsitur fyri meira enn 1,7 milliard krónur á løgtingslógini fyri 2021 og til samans starvast meira enn 1100 fólk í Almannaverkinum.

Leiðslan í Almannaverkinum er skipað við stjóra, fyrisitingarstjóra og fýra depilsstjórum. Deplarnir eru sosial fyrisiting og útgjald av veitingum (VSD), trivnaðartænastur til fólk við menningartarni (TDM), trivnaðartænastur til fólk við sálarsjúku (TDS) og trivnaðartænastur til fólk, sum hava likamlig brek (TDL).

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 600 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 75 bygningum kring alt landið. Fleiri enn 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 800 borgarar fáa endurvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 15.000 avgerðir.

Almannaverkið stendur á einum felags endamáli, sum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið