Lýsing
Skriva út
Starvsfólk at arbeiða sum stuðul hjá unglingi við rørslutarni í Eysturoynni
Søkt verður eftir starvsfólki at arbeiða sum stuðul hjá einum tannáringi við rørslutarni. Uppgávan er at tryggja, at drongurin fær stuðul til at mennast til eitt so sjálvstøðugt lív, sum fyritreytirnar hjá honum loyva, umframt at fara til venjingar, tiltøk og frítíðarítriv. Setanin kann verða býtt á fleiri persónar.