Útgivið
16. juli 2021
Útgongur
6. august 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Starvsfólk til Býlingshúsið á Ternuryggi

Hevur tú hug at gerast partur av einum góðum starvsfólkahópi, har vit saman skapa ein tryggan og mennandi dag fyri børn okkara? Vit á Ternuryggi søkja eftir starvsfólki til stovnin, ið telur 14 starvsfólk og 47 børn.

Vit sóknast eftir
Einum starvsfólki at arbeiða í barnagarðsstovu, 30 tímar um vikuna. Starvsbyrjan er 9. august, 2021, ella eftir nærri avtalu. Starvið er tíðaravmarkað fram til 31. desembur, 2021. Møguliga ber til at leingja starvstíðina eftir hettar.

Soleiðis arbeiða vit
Vit leggja dent á at børn okkara verða sædd, hoyrd og fáa mennandi avbjóðingar. Vit arbeiða fyri einum góðum foreldrasamstarvi, og síggja hettar sum ein týðandi part av tryggleikanum og menningini hjá barninum. Hartil leggja vit dent á fakliga menning, eitt stuttligt og hugnaligt arbeiðsumhvørvi, sum við virðing hvør fyri øðrum rúmar ymisleika.

Hvørju eru vit
Vit eru ein starvsfólkahópur, sum á hvør sín serliga hátt eru ágrýtin, dugnalig og fakliga væl fyri. Vit eru til staðar, áhugað í tær og teimum børnum vit ansa. Vit kjakast, kveikja og stuðla hvørjum øðrum. Tú fært røttu upplæring við starvsbyrjan, har vit eisini syrgja fyri tínum trivnaði á okkara stovni.

Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn
Umsókn, prógv og møgulig viðmæli, skal sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin, 6. august, 2021.

Meira kunning
Meira fæst at vita um starvið og stovnin við at venda sær til Árnmar Mellemgaard, leiðara, á telefon 513269.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið