Útgivið
25. november 2021
Útgongur
9. december 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Starvsfólk til Dagstovnin á Flatinum

Vit søkja:
  • 2 starvsfólk til barnagarðsstovurnar og 1 starvsfólk til frítíðarskúlan.             

Størvini eru á 25 til 30 tímar pr viku at byrja 2 jan 22 og fram til ½ juli 22.

  • 1 starvsfólki til 1 dag um vikuna í vøggustovu og
  • avloysarum ísamband við feriu og sjúkrafráveru hjá starvsfólkunum.

Á Flatinum ganga 90 børn í aldrinum 0 – 9 ár og vit eru 24 starvsfólk. Opið er frá 7.00 – 17.00. Vit hava 2 vøggustovur, 2 barnagarðsstovir, 1 stova við teimum 6 ára gomlu og 1 frítíðarstova við 1. 2. og 3. fl. 

Umstøðurnar á stovninum eru sera góðar, bæði innan og uttandura, hvør stova er ein sjálvstøðug vælútgjørd eind, umframt eitt stórt felagsrúm, viðtaluhølið, og ymisk verkstøð.  Okkara stóra spælipláss er stimrandi fyri allar sansir, og stovnurin liggur sera væl fyri t.d.  beint við haga og fjørðu, við skúla, fimleikarahøll, svimjihøll og góðum busssambandi.

Á stovninum leggja vit dent á viðurkennandi námsfrøði. Vit arbeiða útfrá okkara námsætlan og virðisgrundarlagið, har rørsla, útilív og spæligleði  er í hásæti og vit brúka Betri Vinir sum eitt námsfrøðiligt amboð. Eisini leggja vit stóran dent á gott samstarv tvørtur um stovurnar.

Vit kunnu bjóða:  eitt áhugavert starv, við vælvirkandi starvsfólkatoymum og einum fjølbroyttum gerandisdegi  á einum stovni, har karmarnir eru sera góðir inni, sum úti. 

Vit ynskja: at tú saman við starvsfólkunum á stovuni kanst skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum – at tú kanst taka ábyrgd og virka í góðum samstarvi við starvsfelagaðar og foreldur – at tú sært møguleikar fram um forðingar, – ert nærverandi, kreativ/ur og positiv/ur; og dámar væl at verða úti í náttúruni.

Er hetta nakað fyri teg, hevði tað glett okkum  at frætt frá tær. 

Setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.  

Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Rosu Prestá leiðara á tlf. 297247 ella Sunnrid Eyðunsdóttir varaleiðara á tlf. 288405 ella vitja okkum á www.flatinum.fo 

Umsókn saman við viðmælum og upplysingum um útbúgving og royndir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi  09. des. 21  og sendast til flatinum@sunda.fo 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið