Útgivið
25. november 2021
Útgongur
9. december 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Starvsfólk til dagtilboð fyri minnisveik í Tórshavn

Almannaverkið søkir eftir einum starvsfólki til dagtilboðið í Skotarók í Tórshavn. Dagtilboðið í Skotarók er fyri minnisveik fólk undir 67 ár.

Uppgávan
Uppgávan er at skapa ein innihaldsríkan og tryggan gerandisdag fyri borgararnar, sum koma í dagtilboðið. Vit hava fyrilit fyri førleikum, tørvi og áhuga hjá tí einstaka og stuðla honum og avvarðandi at varðveita lívsgóðskuna. Vit geva lívssøguni ans og síggja persónin heldur enn sjúkuna.

Arbeiðið fevnir um sosiala samveru, ið stimbrar til sjálvkenslu og samanhald. Eisini er uppgávan at skipa gerandisdagin við matgerð, húsarhaldsuppgávum, rørslu, sansastimbran, túrum, dansi, kórsangi og tiltøkum so sum framsýningum og sjónleiki.

Um starvið
Talan er um eitt starv 28 tímar um vikuna at seta 01.01.2022. Arbeitt verður í dagtímunum allar dagar í vikuni.

Førleikar
Søkt verður eftir fólki, ið hevur áhuga og royndir við at arbeiða á dagtilboð við fólki við demenssjúku. Neyðugt er at hava koyrikort til persónbil.

Væntanir

  • Vit vænta eldhugað starvsfólk, sum hava góð samstarvsevnir, eru tolin og hava eina jaliga menniskjafatan.
  • Vit vænta, at tú við viðurkennandi atburði fært borgaran at kenna seg virdan og tiknan í álvara.
  • Tú mást hava áhuga fyri og hegni at vera saman við fólki við demensi og tíma væl at finna uppá og vera virkin saman við teimum, sum koma í dagtilboðið.
  • Vit vænta, at tú virðir sjálvsavgerðarrættin og samstarvið við avvarðandi.
  • Vit vænta, at ert áhugað/-ur í at miðla vitan.
  • Vit vænta, at umsøkjarar hava telduførleika á brúkarastøði.

Um Eind 8
Dagtilboðið í Skotarók hoyrir til Eind 8 í Trivnaðardeplinum. Eind 8 varðar av fólki, ið hava likamssjúku, seinheilaskaða ella demens.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum, Eind 8. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at starvið kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 09.12.2021 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við venda sær til Solveig Sofíu Brink Dalsgaard, leiðara, á tlf. 297530 ella Elin Danielsen, eindarleiðara, á tlf. 297400.
_______________________________________________________________________________________________________

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins. Almannaverkið umsitur fyri meira enn 1,7 milliard krónur á løgtingslógini fyri 2021 og til samans starvast meira enn 1100 fólk í Almannaverkinum.

Leiðslan í Almannaverkinum er skipað við stjóra, fyrisitingarstjóra og fýra depilsstjórum. Deplarnir eru sosial fyrisiting og útgjald av veitingum (VSD), trivnaðartænastur til fólk við menningartarni (TDM), trivnaðartænastur til fólk við sálarsjúku (TDS) og trivnaðartænastur til fólk, sum hava likamlig brek (TDL).

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 600 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 75 bygningum kring alt landið. Fleiri enn 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 800 borgarar fáa endurvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 15.000 avgerðir.

Almannaverkið stendur á einum felags endamáli, sum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið