Starvsfólk til einstaklingafyriskipan í Tórshavn


Útgivið
26. november 2021
Vitjandi
31

Lýsing

Skriva út

Starvsfólk til einstaklingafyriskipan í Tórshavn

Almannaverkið søkir eftir starvsfólki, sum megnar og hevur áhuga í at geva borgarum, sum hava likamlig brek, góðar og innihaldsríkar gerandisdagar.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið umfatar, saman við borgarunum, at skipa fyri, at gerandisdagarnir blíva mennandi, virknir, góðir og gevandi, soleiðis at hvør dagur gevur meining. Somuleiðis er nakað av praktiskum uppgávum, so sum at gera mat og annað.

Um starvið
Talan er um eitt starv 30 tímar um vikuna at byrja 01.02.2022. Møguleiki er at gera avtalu um lægri brot, um ynski er um tað. Arbeiðstíðirnar fevna um dag-, kvøld- og náttarvaktir allar dagar í vikuni.

Førleikar
Royndir at arbeiða innan respiratorøkið og stuðulskipanir.

Væntanir
Tað er umráðandi, at umsøkjarar hava hug og hegni at arbeiða í einum tvørfakligum toymi og eru við til at leggja gerandisdagin til rættis. Eisini er týdningarmikið, at tú trívist við at vera einsamøll/-mallur á vakt.

Vit leggja dent á at hava eitt gott og virðiligt samskifti okkara millum. Somuleiðis verður væntað, at tú ert væl fyri og hevur eitt lætt sinni.

Um Eind 8
Eind 8 er í Trivnaðardeplinum, sum varðar av fólkum, ið hava likamliga sjúku, seinheilaskaða og demens.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardepilinum, Eind 8. Tey, ið verða sett, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 09.12.2021 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Elin Danielsen, eindarleiðara, á telefon 297400 ella Súsonnu Crooks, leiðara, á tlf. 297558.
_______________________________________________________________________________________________________

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins. Almannaverkið umsitur fyri meira enn 1,7 milliard krónur á løgtingslógini fyri 2021 og til samans starvast meira enn 1100 fólk í Almannaverkinum.

Leiðslan í Almannaverkinum er skipað við stjóra, fyrisitingarstjóra og fýra depilsstjórum. Deplarnir eru sosial fyrisiting og útgjald av veitingum (VSD), trivnaðartænastur til fólk við menningartarni (TDM), trivnaðartænastur til fólk við sálarsjúku (TDS) og trivnaðartænastur til fólk, sum hava likamlig brek (TDL).

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 600 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 75 bygningum kring alt landið. Fleiri enn 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 800 borgarar fáa endurvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 15.000 avgerðir.

Almannaverkið stendur á einum felags endamáli, sum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...
Captcha

Líknandi størv