Lýsing
Starvsfólk til Á handilin við Landavegin – 20 tímar um vikuna
Vit leita eftir einum ágrýtnum starvsfólki, ið ynskir at gera upplivingina hjá kundum okkara enn betri. Her hevur tú møguleikan at blíva partur av eini handilsfyritøku í vøkstri og sum tekur ábyrgd og raðfestir góða kundatænastu. Um tú ert til reiðar at bretta upp um armar og ynskir ein fjølbroyttan arbeiðsdag, ja so hóska vit møguliga væl saman.
Tínar høvuðsarbeiðsuppgávur verða at:
- Ráðgeva og hjálpa kundunum og avgreiða við kassan
- Seta vøru fram og snøgga um handilin
- Veita eina góða kundatænastu
- Tú fært títt egna ábyrgdarøki og hevur møguleika fyri at hava ávirkan
Tú hóskar væl til starvið, um tú:
- Ert smílandi og altíð fús/ur at leypa til um kundin hevur tørv á hjálp
- Tekur ábyrgd og hevur hug og vilja at betra um avrikið hjá handlinum
- Hevur eitt skipað arbeiðslag og ger tingini ordiligt
- Kanst taka undir við grundhugsjónini um at minka um matoyðsl og at verja umhvørvið
- Ert ein góður starvsfelagi og stuðlar undir góðum samanhaldi
Um spurningar eru til starvið, ber til at ringja til Kára Andreasen, handilsleiðara, á tlf. 212444.
Talan er um 20 tímar um vikuna, mánadag til fríggjadag frá kl 08:00 til 12:00, at byrja skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk.
Skrivlig umsókn skal sendast umvegis heimasíðuna hjá Á handlunum: www.ahandil.fo undir starv. Avrit av prógvum, CV, viðmælum o.a. skal eisini viðfestast.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 3. mai 2022.
Stutt um Á
Á handilsketan er ein samtøka av sjálvstøðugum keypmonnum og lat sínar fyrstu handlar upp 12. mars 2012. Í dag eru 12 Á handlar, sum eru at finna kring alt landið.
Høvuðseyðkennið fyri Á handlarnar er fleiri tilboð, fleiri ferðir um vikuna. Hetta er málið sum vit stremba ímóti.
Í Á handlunum eru vit tilvitaði um okkara ábyrgd av at verja umhvørvið og hava vit m.a. gjørt eina samstarvsavtalu við Dugna, har vit seta ymisk átøk í verk. Tað kann tú lesa meira um her https://ahandil.fo/tidindi/ , og eisini hava vit átakið ”Minkað um matoyðsl”, sum tú kann lesa um her www.matoydsl.fo
Á handilin við Landavegin er nógv vitjaður og vil fegin ganga ynskjunum hjá viðskiftafólki á møti og fylgja teimum tætt, fyri at tillaga handilin og vørur til teirra tørv. Lýsingamiðlar, sum eitt nú Facebook, nýta vit javnan at koma í samband við viðskiftafólkið og fyri at lýsa tilboð, vørur og átøk í handlinum.
Les meira um Á ketuna her: www.ahandil.fo