Útgivið
23. juli 2021
Útgongur
8. august 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Starvsfólk til Kafeina

Vit søkja eftir einum kundavinarligum og arbeiðssomum starvsfólki til kafeina í forhøllini á Landssjúkrahúsinum, at byrja skjótast til ber. Arbeiðstíðin er eina til tvær vaktir um vikuna, og 4. hvørt vikuskiftið.

Arbeiðstíðin gerandisdagar er kl. 16.00-21.00.

Leygardagar kl. 9.30-15.00 ella kl. 15.00-20.30.

Sunnudag verður arbeitt frá kl. 14.00 til 21.00.

Um starvið:

Umframt vanliga kundatænastu, fert tú m.a. at standa fyri at gera mat kláran, seta vørur á hillarnar, og halda kafeina reina og ruddiliga. Upplæring innan økið verður við starvsbyrjan.

Kafein er partur av køkinum á Landssjúkrahúsinum, og hava starvsfólkini ein fjølbroyttan og virknan gerandisdag saman við góðum og dugnaligum starvsfeløgum.

Persónligir eginleikar:

  • Tú ert fyrikomandi
  • Tú gongur høgt upp í kundatænastu
  • Kann samstarva og arbeiða sjálvstøðugt

 

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, leiðara, telefon 234520 ella gudna@ls.fo.

Setanartreytir:

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar arbeiðskvinnufelag.

Umsóknarfreistin er 8. august 2021.

 

Vinarliga søk starvið her.

 

MRSA

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hava verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mðr., skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið