Útgivið
21. oktober 2021
Útgongur
12. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Starvsfólk til kantsteinsliðið

Dámar tær at arbeiða við jørð- og kantsteinsarbeiði? Ella er hetta nakað tú kundi hugsað tær at roynt?
So átti tú umhugsað at sent eina umsókn inn til Rakstrarstøðina hjá Tórshavnar Kommunu, ið júst nú manglar fólk til kantsteinsliðið. 

Kantsteinsliðið fæst við at burturbeina gamlar kantsteinar og gera klárt til at leggja nýggjar. Hetta inniber avrætting og álegging av kantsteinum, umframt at planera gongubreytirnar soleiðis at hesar gerast klárar til asfaltering.

Harumframt kann tað væntast, at viðkomandi kemur til at taka sær av øðrum fyrifallandi arbeiði.

Umsøkjarar ið hava royndir við maskinkoyring hava fyrimun.

Koyrikort B er eitt krav.

Leinki til lýsing:
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-storv/starvfolk-til-kantsteinslidid/

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið