Lýsing
Starvsfólk til Reyðleyk
Hevur tú hug at verða við til at borðreiða vælsmakkandi pitsur og burgarar?
Starvið fevnir um millum annað um at gera okkara vælsmakkandi pitsur og burgarar, starvast við kassan og køksreingerð.
Vit vænta, at tær dámar væl at gera mat, tekur ábyrgd, ert kundavinalig(ur) og kanst arbeiða skiftandi arbeiðstíðir. Køksroyndir er ein fyrimunir, men ikki eitt krav.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna
Umsókn
Um hetta hevur tín áhuga , ert tú vælkomin at senda eina umsókn til amine@reydleyk.fo. Umsóknirnar verða viðgjørdar í leypandi og í trúnaði.
Meira fæst at vita um starvið, við at seta teg í samband við Amine Bouzidi á tlf. 599969