Útgivið
23. oktober 2021
Útgongur
6. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Starvsfólk til tíðaravmarkað starv

Tímir tú væl at fjanta og fjasa? Ert tú við upp á tað og hevur stutt frá tanka til handling? Og tímir tú væl at lurta eftir børnum og taka tað í álvara, sum tey siga? So er tað kanska tær, vit leita eftir!

Vit eru ein lítil, heitur stovnur mitt í bygdini í Hósvík. Uttanfyri liggur helst besta garðurin í heiminum. Ein garður, sum samstundis er hagi við eini á rennandi á mitt í gjøgnum. Fjøran liggur beint niðanfyri og vit elska, at brúka hesar náttúruperlur í gerandisdegi okkara saman við børnunum. Á stovninum starvast ein blandaður hópur av fittum og dugnaligum starvsfólkum.

Arbeiðstíð:
Vit hava tó brúk fyri fleiri fólkum í starvsfólkahópi okkara og leita tí eftir einum starvsfólki, at starvast seinnapartar kl. 13-16 í Spíranum. Í Spíranum eru børnini í aldrinum 6 til 10 ár. 

Starvið verður sett frá 1. nov til og við 23. desember 2021

Avloysara
Eisini leita vit eftir einum avloysara, ið vit kunnu heita á, tá brúk er fyri tí.

Send okkum eina umsókn skjótast gjørligt. Hevur tú spurningar, ring til Jónu Guttesen, leiðara, á telefon 297255. Vit gleða okkum at frætta frá tær!

Setanarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn verður sent til storheygg@sunda.fo  ella Dagstovnurin við Stórheygg.  Áarvegur 1. 420 Hósvík 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið