Útgivið
14. marts 2022
Útgongur
28. marts 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Starvsfólk til verkætlanararbeiði í Fólkaheilsuráðnum

Fólkaheilsuráðið søkir eftir starvsfólki at arbeiða við kunning innan kost og rørsluøki. Talan er um verkætlanararbeiði.

Í starvinum kemur tú at arbeiða við at kunna um almennu kostráðini hjá Fólkaheilsuráðnum og um rørslutilmælini hjá heimsheilsustovninum, WHO. Serliga við atliti til skúlar og dagstovnar. Tú kemur í hesum sambandi eisini at samskifta við føroyskar og útlendskar granskarar og granskingarstovnar, sum Fólkaheilsuráðið samstarvar við. 

Umframt arbeiði innan kost og rørslu kemur tú eisini at hava aðrar fyrifallandi uppgávur í Fólkaheilsuráðnum.

Kravt verður:

  • Bachelorprógv innan kost- ella rørsluøki, fyrimunur er, at hava royndir frá báðum økjum
  • Royndir við at seta í verk nýggj kost- og rørslutilmæli, umframt hollan kunnleika um kostráðini og rørlsutilmælini
  • Hollan kunnleika til føroyska samfelagið, serliga í mun til skúlar og dagstovnar
  • Góðar førleikar at miðla – t.d. at menna kunnandi tilfar, at hava framløgur og at skipa fyri undirvísing
  • Góðar skrivligar og munnligar førleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum
  • Innlit í arbeiðið hjá Fólkaheilsuráðnum, millum annað verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu
  • Jaligan hugburð til broytingar og umskifti
  • Góð samstarvs- og samskipanarevni

Vit bjóða:
Eitt avbjóðandi starv, sum tú verður við til at mynda, til tíðir strævið, men samstundis áhugavert og mennandi.

Lønar – og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Setanarøkið fevnir um Heilsumálaráðið og stovnar undir tí.

Starvið er hálva tíð frá 01/05-22 til 31/12-22. Møguleiki kann vera at leingja starvssetanina.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Magna Mohr, 292270.

Umsókn:
Umsókn við lívsrensli, avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til fhr@folkaheilsa.fo ella til Fólkaheilsuráðið, Eirargarður 2, 2. Hædd 100 Tórshavn

Umsóknarfreistin er 28-03-2022

Fá meiri at vita um ráðið á www.folkaheilsa.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið