Sp/f Tváttur
Útgivið
9. maj 2025
Útgongur
19. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Summarstarv, Tíðaravmarkað starv, Ófaklært

Lýsing

Um tú ert áhugaður í at koma í okkara toymið, les so har. Vit søkja nevniliga eftir starvsfólkum.

Størvini:
Vegna vaksandi virksemi leita vit eftir starvsfólkum at arbeiða í summarfrítíðini.
Vit mangla eitt fólk, sum kann byrja skjótast gjørligt til at sortera, leggja saman og pakka klæðir.
Arbeiðstíðin er sum útgangsstøði frá 08:30-16:30 týs-, miku- og hósdag, men tað kann væntast, at tørvur er á fleiri tímum, og eisini er møguligt at arbeiða í vikuskiftum.
Vit koma eisini at mangla 2-3 fólk, sum kunnu arbeiða hjá okkum í summarfrítíðini við starvsbyrjan umleið 01. juni.
Virksemið hjá okkum er vaksandi og uppgávurnar eru skiftandi.
Tó er mest tørvur á fólki til samanlegging, pakking, sortering o.a. fyrifallandi arbeið á gólvinum.
Ynskiligt er, at tey, ið verða sett í starv, eisini kunnu arbeiða okkurt vikuskifti umframt eitt sindur skiftandi tíðir í gerandisdøgunum.

Førleikakrøv:
Tann, ið settur verður, kann rokna við at verða lærdur upp í starvinum. Gott er tó, um tú ert væl skipað/ur; hevur áhuga fyri maskinum, klædnatilfari, vaskievnum v.m. Somuleiðis vænta vit, at tú ert fyrikomandi og røkin.

Um Tvátt:
Tváttur er eitt reinsarí og vaskarí, ið leigar út, reinsar og vaskar klæði til einstaklingar, vinnufyritøkur og almennar stovnar. Vit brúka nútímans tøkni fyri at tryggja eina javna góðsku, og menna alsamt okkara tænastustig, til tess at nøkta krøv kundans.

Umsókn o.a.
Freistin at søkja starvið er 19. mai, men vit ynskja at seta størvini skjótast gjørligt og hava samrøður leypandi.

Um tit hava spurningar til størvini, kunnu tit ringja til Magnus Jørmundsson á telefon 282162. Umsóknir skulu sendast til tvattur@tvattur.fo.

 

Líknandi størv

Forfólk til maskindeildina á Skála   Faroe Islands nýtt
9. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið