Lýsing
Um størvini
- Tvey føst størv 28 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum allar dagar í vikuni.
- Eitt farloyvisstarv í brøki 0,2 at arbeiða tvey vikuskiftir um mánaðin. Starvið er til 31.01.2027.
Arbeiðsuppgávur
Søkt verður eftir fólki at starvast á stovni í Vági. Uppgávan er at vera hjá fólki, ið krevur hjálp og hjáveru alt døgnið.
Vit arbeiða miðvíst við at skapa ein álítandi og mennandi gerandisdag við stimbran, røkt og upplivingum. Vit arbeiða somuleiðis við sansastimbran og massagu. Tú verður við til at leggja til rættis heilsu- og námsfrøðiliga arbeiðið og tað praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum.
Javnvirði er partur av gerandisdegnum og saman við hinum starvsfólkunum skalt tú virka fyri einum tryggum, skipaðum og mennandi gerandisdegi. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og tað er ein treyt at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt.
https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144746&DepartmentId=19210&MediaId=4615