Almannaverkið
Lýsing
Um starvið
Talan er um eitt starv 21 tímar um vikuna at seta skjótast til ber. Arbeiðsstaðurin er heima hjá borgaranum í Norðoyggjum.
Arbeitt verður 7 av 21 náttum kl. 23-08 í føstum arbeiðsrulli:
- Eitt vikuskifti (fríggja-, leygar- og sunnukvøld)
- Miku- og hóskvøld
- Mána- og týskvøld
Arbeiðsuppgávur
Uppgávan er at tryggja, at barnið fær røttu umsorganina og neyðugan stuðul. Av seruppgávum fevnir hetta um tracheostomirøkt, sum tú fært góða upplæring í.
Førleikar
Royndir á økinum, eitt nú innan tracheostomi, heilsufaklig ella námsfrøðilig útbúgving kann vera ein fyrimunur, men er ikki ein treyt. Um tú ert lesandi, ert tú eisini vælkomin at søkja.