Almannaverkið
Útgivið
27. juni 2023
Útgongur
12. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um starvið
Eitt starv 25 tímar um vikuna at seta 15.08.2023. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag frá kl. 12.00 til 17.00. Møguleiki er at fáa fleiri tímar.

Eisini verður søkt eftir fólki at avloysa í sambandi við fráveru orsaka av sjúku, feriu, skeiðum og øðrum.

Arbeiðsuppgávur
Frítíðartoymið á Høgabóli í Saltangará er ætlað børnum við autismu og menningartarni í aldrinum 8-16 ár, sum hava tørv á stuðli til at mennast sosialt, sálarliga og málsliga.

Dentur verður lagdur á at hava ein skipaðan gerandisdag í toyminum, og verður hetta gjørt sjónligt og ítøkiligt við dagsætlanum. Arbeitt verður við at styrkja og stuðla børnini og tey ungu í sosialum leiðreglum, soleiðis at tey kunnu mennast og virka í felagsskapi og gerast so sjálvbjargin, sum fyritreytirnar hjá teimum loyva. Eisini verður dentur lagdur á at fremja lívsgleði og menna sjálvsvirði hjá børnunum og teimum ungu. Tú verður við til at leggja námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið í toyminum til rættis, og saman við dugnaligum og eldhugaðum starvsfólkum bjóðar tú børnunum og teimum ungu ein tryggan, skipaðan og mennandi dag.

Í toyminum er ymiskt á skránni, sum t.d. ymiskt ítriv, mála, tekna, spæla spøl, lesa søgur og annað, sum kann menna motoriskar og bókligar førleikar. Eisini verða túrar gjørdir út av húsinum.

Í arbeiðinum brúka vit tær góðu umstøðurnar rundan um okkum. Vit hava góð høli, sum liggja tætt við fjøru, spælipláss, ítróttarøki o.a. Uttandura er urtagarður og gróðrahús.

sí lýsing her

Líknandi størv

9. februar 2026
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið