Lýsing
Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólki í fast starv á Skurðgongini G2, at byrja skjótast til ber.
Um starvið
Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum.
Starvið snýr seg um, at gera reint í felagshølum og á skurðstovum á Skurðgongini, G2. Talan er um spennandi fastlønt starv í skiftandi vaktum, dag, kvøld og vikuskifti á starvsbrøki 0,75 sum er umleið 30 tímar um vikuna í miðal.
Vit vænta, at umsøkjarar:
- Hava góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
- Eru fyrikomandi og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
- Dáma at hava nógvar ymiskar uppgávur
- Skulu kunna tola møguligar broytingar í starvinum
- Skulu kunna samskifta á Føroyskum ella á Skandinaviskum máli
Upplýsingar
Vilt tú vita meira um starvið, ber til at venda sær við fyrispurningum til Tænastudeildina á tlf. 304500, lokal 1240.
Løna r- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Ums knarfreistin er tann 11.01.2024. Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn.
Vinaliga søk starvið her.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.