Landssjúkrahúsið
Útgivið
28. august 2024
Útgongur
10. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólki í fast starv á Skurðgongini G2, at byrja skjótast til ber.

Meira um Tænastudeildina er at finna her.

Um starvið:
Vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, við góðum starvsfeløgum.

Starvið snýr seg um, at gera reint í felagshølum og á skurðstovum á Skurðgongini, G2.

Talan er um spennandi fastlønt starv í skiftandi vaktum, dag, kvøld og vikuskifti á starvsbrøki 0,75 sum er umleið 30 tímar um vikuna í miðal.

Vit vænta, at umsøkjarar hava:

  • Góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
  • Eru fyrikomandi og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
  • Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur
  • Viðkomandi umsøkjari skal kunna samskifta á Føroyskum ella á Skandinaviskum máli.

Upplýsingar:
Vilt tú vita meira um starvið, ber til at venda sær við fyrispurningum til Tænastudeildina á tlf. 304500, lokal 1240

Setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Umsóknarfreistin er 10. september 2024

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

16. september 2024
Starvsfólk við royndum   Faroe Islands nýtt
13. september 2024
13. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið