Lýsing
Køkurin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum starvsfólki til eitt ábyrgdarfult og mennandi starv innan føðslu og heilsu. Starvið er eitt fast fulltíðarstarv, sum er til setan 1. juli 2023 ella eftir avtalu.
Køkurin á Landssjúkrahúsinum ger mat til sjúklingar, og vit leggja dent á at gera góðan føðslurættan mat, tí vit eru sannførd um, at góður matur hevur alstóran týdning fyri at okkara sjúklingar koma seg skjótast møguligt. Eisini gera vit mat til Kafeina og Matarhøllina, har starvsfólk og vitjandi á Landssjúkrahúsinum eru dagligir gestir.
Arbeiðsuppgávur í høvðusheitum:
Máltíðarvertur á sjúklingadeildunum, framleiðsla av mati, vera bindilið millum køkin og sjúklingadeildirnar, samskifti við deildirnar, gera kunnandi tilfar, skipa fyri undirvísing í dietum, kosthandbók, reinføri, undirvísing í borðreiðing og týdningin av borðreiðing. Tú fert harumframt at gera brúkarakanningar, kanningar um matspill v.m.
Køkurin á Landssjúkrahúsinum brúkar KT skipaninar Anovadata og E-smiley.
Køkurin fer at flyta í nýggja H-bygningin, og kann tí roknast við broytingum í arbeiðstíðunum og arbeiðsuppgávunum.