Kvinnuhúsið
Útgivið
30. august 2021
Útgongur
29. september 2021
Staður
Postsmoga 278 110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kvinnuhúsið søkir eftir starvsfólki til eitt áhugavert og avbjóðandi starv. Vit leita eftir einum persóni,
sum er fyrikomandi og álitisvekjandi, og sum hevur áhuga fyri og ynskir at gera mun hjá kvinnum
og børnum, sum hava upplivað harðskap.

Vit bjóða eitt meiningsfult starv á einum arbeiðsplássi í menning og í einum starvsfólkabólki, har
dentur verður lagdur á trivnað, og fakliga og - persónliga menning.

Vit vænta, at tú hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar uppgávur, at tú vilt vera við til at leggja
sosialfakliga arbeiðið á arbeiðsplássinum til rættis og at tú við viðurkennandi atburði fært
kvinnurnar at kenna seg virdar og tiknar í álvara.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og tí er neyðugt, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, at tú
fært ting frá hondini og vilt viðvirka til tvørfakligt samstarv við aðrar stovnar og myndugleikar.

 

Arbeiðsuppgávur

  • Einstaklinga- og bólkasamrøður
  • Hjálp til sjálvhjálp til kvinnur, ið eru knýttar at húsinum
  • At miðvíst virka fyri og styðja kvinnum, ið hava verið fyri harðskapi, og børnum hennara
  • Annað fyrifallandi arbeiði í Kreppumiðstøðini/Kvinnuhúsinum
  • At gera greiningar av ofta samansettum trupulleikum
  • Ráðgeving og vegleiðing um sosial- og onnur rættindi
  • Samskifti og samstarv við viðkomandi stovnar og myndugleikar
  • Íverksetan av nýggjum tiltøkum
  • Kunnandi virksemi, t.d. miðlan og undirvísing innan harðskap

 

Førleikakrøv:

  • Tú hevur sosialfakliga, námsfrøðiliga ella heilsufakliga útbúgving
  • Tú hevur innlit í hjálpar og stuðulsmøguleikar, ið finnast í samfelagnum
  • Tú hevur góð umsorganar- og samstarvsevnir
  • Tù ert viðurkennandi og megnar at seta teg í støðuna hjá øðrum fólkum
  • Tú ert tolin og dugir væl at samskifta við fólk, aðrar stovnar og myndugeikar
  • Kt-førleikar á brúkarastøði
  • Tú ert opin mótvegis fólki við aðrari mentan
  • Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir at arbeiða við fólki í kreppu

 

Setanar og lønarviðurskifti
Starvið er 30 tímar (brøk 0,75) við setan frá 1. oktober. 2021 ella eftir nærri avtalu.
Eisini verður eitt farloyvisstarv á 30 tímum (0,75) í tíðarskeiðnum frá 1. nov. 2021 til 1. des. 2022.
Løn sambært avvarandi yrkisfelag.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV, viðmælum v.m. verður send post@kvinnuhusid.fo

Umsóknarfreistin er mikudagin 15. sept. 2021, kl 12:00.

Samrøður verða væntandi í viku 38 og 39.
Nærri kunning um størvini fáast við at venda sær til Ann-Britt Fríðheim Mortensen, leiðara í
Kvinnuhúsinum tlf. +298 287200. Les meira um Kvinnuhúsið á www.kvinnuhusid.fo.

SØK STARVIÐ

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið