62N Bilaleiga
Lýsing
62°N Bilaleiga sóknast eftir einum væl skipaðum starvsfelaga til okkara toymi, at byrja sum skjótast.
Høvuðsuppgávur:
- Móttaka og vegleiða kundar, tá teir heinta og lata inn leigubilar.
- Veita góða kundatænastu og svara fyrispurningum.
- Handfara bíleggingar, sáttmálar og gjalding.
- Samskipa klárgering av leigubilum við okkara klárgeringstoymi.
Vit leita eftir tær, sum:
- Er tænastusinnað/ur, og dugir væl at samskifta á enskum og donskum.
- Er væl skipað/ur og megnar at halda yvirlit yvir fleiri uppgávur samstundis.
- Arbeiðir væl í einum umhvørvi har ferðin er høg.
- Hevur koyrikort og kennir teg tryggan við at koyra ymisk bilsløg.
- Kann arbeiða skiftandi arbeiðstíðir, eisini um vikuskiftir og halgidagar.
Vit bjóða:
Eitt fulltíðarstarv, eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv fram til 31. oktobur 2025, ella eitt lærupláss sum sølufólk.
Kappingarfør lønarviðurskifti.
Eitt jaligt og stuðlandi arbeiðsumhvørvi.
Um hetta hevur tín áhuga, vóna vit at hoyra frá tær.
Umsóknir skulu sendast til Hanus Christophersen, stjóra, á hanus@62n.fo