Á Handilin Argir
Útgivið
24. oktober 2025
Útgongur
2. november 2025
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Skjótt letur nýggjur Á-handil upp á Argjum, og vit leita eftir røttum fólkum at vera við frá byrjan!

Hetta er ein spennandi møguleiki hjá tær, sum hevur hug at vera partur av einum livandi arbeiðsplássi, har vit leggja dent á góða kundatænastu, gott samstarv og ein jaliga arbeiðsanda.

Vit leita eftir:

  • 2 fulltíðarstarvsfólkum
  • 1 hálvtíðarstarvsfólk (uml. 25 tímar um vikuna)
  • Fleiri starvsfólkum til kvøld- og vikuskiftisvaktir

Arbeiðsuppgávur:

  • At avgreiða kundar og tryggja eina góða handilsuppliving
  • At fylla handilin við vørum og tryggja, at hillarnar síggja gott út
  • At hjálpa við dagliga arbeiðnum í handlinum
  • At arbeiða tætt saman við leiðaranum og hinum í toyminum fyri at tryggja, at handilin verður væl rikin og kundin væl nøgdur

Vit vænta, at tú:

  • Ert álítandi, fyrikomandi og røkin
  • Trívist við at arbeiða í toymi og hevur jaligan hugburð
  • Ert fleksibul og klár/ur at taka eitt eyka tak, tá tað krevst

Vit bjóða:

  • Eitt hugnaligt og mennandi arbeiðsumhvørvi
  • Góðar starvsfelagar og góða upplæring
  • Møguleika fyri menning og ábyrgd eftir tørvi og evnum

Setanar- og arbeiðstreytir
Løn og treytir verða ásett eftir sáttmálanum hjá Samverk ella nærri avtalu og í samsvari við royndir og førleikar.

Soleiðis søkir tú:
Hug at gerast partur av okkara nýggja toymi á Argjum? So skalt tú søkja við at senda okkum eina stutta umsókn og møgulig viðkomandi skjøl til: starv@ahandil.fo

Freist at søkja er 2. november 2025.

Hevur tú spurningar um starvið? Ring til Markus Petersen, leiðara í Á Argir, á tel 266 811 fyri at hoyra nærri.

Líknandi størv

31. oktober 2025
HTU starvsfólk til MEST   Faroe Islands nýtt
31. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið