Á HANDILIN Í VESTMANNA
Útgivið
24. november 2022
Útgongur
6. december 2022
Staður
Faroe Islands
Bólkur

Lýsing

Vit leita eftir einum ágrýtnum starvsfólki, ið ynskir at gera upplivingina hjá kundum okkara enn betri. Her hevur tú møguleikan at blíva partur av eini handilsfyritøku í vøkstri og sum tekur ábyrgd og raðfestir góða kundatænastu. Um tú ert til reiðar at bretta upp um armar og ynskir ein fjølbroyttan arbeiðsdag, ja so hóska vit møguliga væl saman.

Tínar høvuðsarbeiðsuppgávur verða:

  • Ráðgeva og hjálpa kundunum og avgreiða við kassan
  • Seta vøru fram og snøgga um handilin
  • Rudda upp í handlinum og á goymsluni

Tú fært títt egna ábyrgdarøki, har tú hevur møguleika at vísa tíni hugskot

Tú hóskar væl til starvið, um tú:

  • Ert smílandi og altíð fús/ur at leypa til um kundarnir hava tørv á hjálp
  • Tekur ábyrgd og hevur hug og vilja at betra um avrikið hjá handlinum
  • Hevur eitt skipað arbeiðslag og altíð ger tingini ordiligt
  • Kanst taka undir við grundhugsjónini um at minka um matoyðsl og at verja umhvørvið
  • Ert ein góður starvsfelagi og stuðlar undir góðum samanhaldi

Um spurningar eru til starvið, ber til at ringja til Margretu Thomsen, leiðara, á tlf. 233939.

Starvið verður lønt sambært sáttmálanum millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Talan er um 32 tímar um vikuna, dagvaktir mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag, frí týsdag. Harumframt ein leygardag um mánaðin og frí eftirfylgjandi fríggjadag.

Starvsbyrjan 2. Januar 2023, ella eftir avtalu.

Skrivlig umsókn skal sendast umvegis heimasíðuna hjá Á handlunum: www.ahandil.fo undir starv. Avrit av prógvum, CV, viðmælum o.a. skal eisini viðfestast.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 6. desembur 2022.

Stutt um Á
Á handilsketan er ein samtøka av sjálvstøðugum keypmonnum og lat sínar fyrstu handlar upp 12. mars 2012. Í dag eru 12 Á handlar, sum eru at finna kring alt landið.

Høvuðseyðkennið fyri Á handlarnar er fleiri tilboð, fleiri ferðir um vikuna. Hetta er málið sum vit stremba ímóti.

Í Á handlunum eru vit tilvitaði um um okkara ábyrgd av at verja umhvørvið og hava vit m.a. sett í verk átaki´”Minkað um matoyðsl”. Les meira á www.matoydsl.fo

Á handilin við Sundsvegin er nógv vitjaður og við fegin ganga ynskjunum hjá viðskiftafólki á møti og fylgja teimum tætt, fyri at tillaga handilin og vørur til teirra tørv. Lýsingamiðlar, sum eitt nú Facebook, nýta vit javnan at koma í samband við viðskiftafólkið og fyri at lýsa tilboð, vørur og átøk í handlinum.

Les meira um Á ketuna her: www.ahandil.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið