ALMANNAVERKIÐ                                    
                
                
        Lýsing
Almannaverkið søkir eftir einum starvsfólki við góðum fyrisitingarligum hegni og góðum førleikum til skrivliga at grundgeva innan sosialfakliga økið.
Um starvið
Talan er um eitt starv ¾ tíð at byrja 01.11.2022. Arbeiðsstaðurin er í Havn, og arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum.
Arbeiðsuppgávur
Fremsta uppgávan er at vera skrivari á pensjónsfundum, t.v.s. at fyrireika fundir og skriva avgerðir frá fundunum, umframt at avgreiða og skrivliga kunna borgaran um einstøku avgerðina. Harumframt er eisini onnur avgreiðsla í sambandi við málini, millum teirra hagtalsskráseting.
 
					 
         
        